Jógvan Philbrow
----
Eg vil byrja við nøkrum viðmerkingum til tað, sum Jóhan Christiansen førir fram. Svarið kann nokk eisini brúkast í mun til viðmerkingarnar hjá Gitte Klein, lærara.
Eitt er spurningurin, hvørt ein leiting á alnótini og leitiúrslit vigar nakað í trúvirðinum á einari kanning ella áskoðan. Meini, at síðst Jóhan brúkti slík leitiúrslit sum ein mátistokk, vísti onkur á, at við hansara logikki talaði nógv fyri, at jørðin var fløt, tí nógv fleiri greinir á alnótini søgdu, at hon var tað, heldur enn rund. Sjálvandi ber ikki til at brúka leitiúrslit sum argument.
Tað, sum Jóhan ikki tykist skilja, er, at her er ikki bara talan um eina “meining” hjá mær, hetta eru ikki granskingarúrslit, eg havi “googlað” meg til. Eg vísi til ymiskar serfrøðingar á skúla- og barnagarðsøkinum, sum hava nakrar sera álvarsligar atfinningar móti verandi hátt at skipa útbúgvingarskipanina uppá. Samstundis havi eg víst til ymiskar serfrøðingar, sum vísa á hvussu teir meta, ein betri skipan kann gerast.
Eisini havi eg víst á, at onkrar kanningar av júst tí vandamálinum at lækka skúlaaldurin, sum ein forskúli í veruleikanum er, vísa, at ongir fyrimunir eru av at lata børnini byrja fyrr í skúla. Í hesum kanningum eru mátingar gjørdar í eitt langt tíðarskeið, og vísa tær, at har bara eru vansar fyri fleiri. Millum annað tí eri eg ímóti, at forskúlar verða settir á stovn.
Hvørjar eru so mínar høvuðskeldur?
Sir Ken Robinson, professor of Education, við serligum áhuga fyri skapanarevni og útbúgving. Hevur arbeitt sum ráðgevi innan útbúgving o.a. í m.a Europa, Asia og USA. Sir Robinson hevur serliga havt nakrar fyrilestrar um útbúgvingarskipanir og hevur í tí sambandinum víst á, at tað tykist vera so ,at tess meira skipaðar og regulstýrdar útbúgvingarskipanir eru, tess meira atferðartrupul gerast børnini. Hann vísir millum annað á, at tað tykist sum um, útbúgvingarskipanin avlærir skapanarevnini hjá børnunum - og mangt annað. Tað eri ikki eg, sum havi funni uppá alt hetta, sum hann sigur.
Pasi Sahlberg, fyrrverandi lærari, núverandi Director General of CIMO (Centre for International Mobility and Cooperation) í Finnlandi. Hevur eisini verið ráðgevi innan skúlaverk ymsa staðni og hevur nakrar viðmerkingar um verandi skúlaskipan, sum líkast teium hjá Sir Ken Robinson, men hevur so eisini royndirnar hjá Finnlandi at vísa á. Her er vert at hava í huga, at Finnar eru ovast í PISA-kanningum, og hann heldur, at partur av orsøkini til tað er, at rúm verður givið til fjølbroytni. Hann nevnir, at standardisering drepur skapanarevnini.
Sugata Mitra, professor of Educational Technology. Kendur fyri “The Hole in the Wall project”. Hann vísir á, at øll eiga at fáa atgongd til útbúgving, og at okkara útbúgvingarskipan er ótíðarhóskandi og í ov lítlan mun leggur upp fyri, at børn læra best og mest, tá tey sjálvi sleppa at royna og stýra gongdini.
Peter Gray, professor of Biological Science, spæl-granskari, sum vísir á týdningin av spælinum fyri lærigongdirnar, og at tað tykist sum, at ov nógvur dentur verður lagdur á lesiundirvísingina. Um nýggjastu bókina hjá honum frá 2013 stendur soleiðis á enskum: “A brave, counterintuitive proposal for freeing our children from the shackles of the curiosity-killing institution we call school, Free to Learn suggests that it’s time to stop asking what’s wrong with our children, and start asking what’s wrong with the system. It shows how we can act—both as parents and as members of society—to improve children’s lives and promote their happiness and learning.”
Robin Alexander, professor of Education Emeritus, sum í sínari kanning av ensku skúlaskipanini undir heitinum “Children, their World, their Education”, Cambridge Primary Review 2010, kom til nakrar niðurstøður, har ein var, at skúlaldurin í Onglandi átti at hækkast.
Erik Sigsgaard, barnagranskari úr Danmark, sum saman við øðrum hevur víst á, at meira undirvísing ikki gevur nakað úrslit, og at vit sum samfeløg eru í gongd við at ræna barndómin.
Tað er so í við støði í hesum og øðrum keldum, eg geri mær míni egnu sjónarmið og komi til ta niðurstøðu, at vit ikki eiga at fara í gongd við forskúlar, men heldur hyggja eftir hvussu fyrstu skúlaárini eru skipað. Tað er ikki við støði í tilvildarligum greinum, sum kunnu finnast við leitimaskinum á alnótini - tó so, flestu bøkurnar eru helst talgildar, so mínar keldur kunnu eisini finnast við at leita við leitimaskinum.
Og sjálvandi eiga bæði lærarar og námsfrøðingar sítt nátturliga pláss í einum framtíðar skúla. Ikki soleiðis, at annar bólkurin er assistentur hjá hinum , men sum javnbjóðis starvsfelagar.
Lat okkum bara fáa eina skilagóða og framtíðartryggjaða loysn, heldur enn eina gamla útlendska kopi- loysn, sum ikki fremur tey úrslit, vit vilja hava, sama hvussu nógvar resursir vit seta í skipanina.