Skjóting á valdegnum

Amerikonsku myndugleikarnir siga, at átta fólk vórðu rakt, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki í býnum Fresno í Kalifornia í dag.

Sjónvarpið ABC News sigur, at tvey av teimum átta doyðu, og seinni frættist, at byrsumaðúrin var annar teirra. Hann hevði skotið seg sjálvan, sigur sjónvarpið.

Myndugleikarnir siga, at hendingin var á einum høsnarungavirki í einum ídnaðarøki í Fresno, og at hendingin hevði einki við valið í dag at gera. Løgreglan hevur sett 40 fólk til at taka sær av hendingini, tí løgreglan veit ikki, um maðurin kann hava skotið fólk aðrastaðni í býnum, sigur ABC News.