Álop og hevndarálop í Miðeystri

Stutt eftir rakettálopið á Ísrael í dag, leyp Ísrael á fleiri mál í Gazageiranum.

 

 

Eftir at Hamas í dag hevur skotið rakettir móti Jerusalem, og Ísrael hevur svarað aftur, siga keldur í Palestina, at níggju fólk higartil hava ligið eftir á eftir ísraelsk álop í Gazageiranum.

 

Ísraelska verjumálaráðið upplýsti seinnapartin í dag, at sjey rakettir eru skotnar úr Gazageiranum móti Ísrael í dag, harav ísraelska rakettverjan skeyt eina av rakettunum niður.

 

Hamas sigur í einari fráboðan, at rakettálopið er svar upp á ísraelsk "brotsverk og agressión". Ógreitt er, hvar hinar seks rakettirnar eru lendar í Ísrael, men einki er frætt um persónsskaðar og oyðilegging.

 

Stutt eftir rakettálopið á Ísrael, leyp Ísrael á fleiri mál í Gazageiranum. Sambært fráboðanum frá pelestinesiska heilsumálaráðnum, sum ísraelska ávísin Haaretz endurgevur, eru níggju fólk deyð í ísraelsku álopunum, harav trý børn.

 

Ísraelska ávísin skrivar, at ísraelski herurin hevur váttað álopið, men sigur, at bert tríggir Hamas-limir lógu eftir á.

 

Haaretz skrivar, at palestinesiski bólkurin, Islamisk Jihad, hevur sagt, at tey fara at svara ísraelsku álopunum aftur við einum "hóskandi responsi", og eygleiðarar vænta, at onkur rakettálop aftrat fara at koma úr Gasageiranum.