Skjóting: Blóðbað á baðistrond í Avstralia

Sagt verður, at fólk renna í allar ættir, samstundis sum óhugnaligu ljóðini frá skotunum hoyrast

 

Úr Sydney í Avstralia verður í morgun sagt, at fleiri fólk eru dripin á kendu baðistrondini, Bondi Beach - og at blóð er um tað heila á strondini.

 

Avstralska løgreglan váttar, at tey eru farin á staðið eftir fráboðanir um skottilburðir sunnudagin.

 

Sagt verður, at fólk renna í allar ættir, samstundis sum óhugnaligu ljóðini frá skotunum hoyrast, og løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur úr økinum.

 

Heitt verður á øll, sum eru um hesar leiðir, um at søkja sær skjól.

 

Tíðindamiðilin, Sydney Morning Herald, sigur, at fólk hava hoyrt út við 50 skot, og at talan bæði er um deyð og løstað.

 

Løgreglan sigur við avstralsku ríkisrásina, ABC, at fleiri fólk eru dripin, og nógv eru særd.

 

Video-upptøkur av staðnum vísa tvey fólk, sum skjóta kring um seg av einari brúgv (myndin ovast), samstundis sum fólk flýggja av strondini.

 

Aðrar upptøkur vísa neyðhálparfólk, sum geva løstaðum lívbjargandi fyrstuhjálp.

 

- Eg sáa í minsta lagi tíggju fólk, sum lógu á strondini, og blóð var um tað heila, sigur eitt eygnavitni, Harry Wilson, við Sydney Morning Herald.

 

##med2##

 

Sjúkraflutningstænastan í New South Wales sigur sambært Reuters, at 13 fólk eru tikin við á sjúkrahús eftir skjótingina.

 

Júst, hvussu nógv eru løstað, og hvussu nógv eru deyð, er framvegis ógreitt. 

 

Sydney Morning Herald sigur, at ein jødisk hátíð varð hildin á strondini í dag, nú tað er fyrsti dagur í einari jødiskari hátíðini, verður sagt.

 

Løgreglan sigur seg hava handtikið tvey fólk, og enn hevur løgreglan ikki sagt, at tað er vandaleyst at fara á strondina aftur.

 

- Løgregluátakið heldur fram, og vit heita framvegis á fólk um at halda seg burtur úr økinum, skrivar avstralska løgreglan á X,

 

 

 

Fólk flýggja undan skotum