Áskoðararnir gera munin

Pál Joensen heldur, at sjálvsálit, viðrák og góður áskoðarastuðul eru millum høvuðsorsøkirnar til framúr úrslitini, sum Føroyar hava vunnið í svimjing

Undan týsdegnum varð tosað um, at Føroyar høvdu góðan møguleika til tvey – kanska – fýra heiðursmerki úr gulli. Endaliga úrslitið varð tó betri enn so við ikki færri enn fimm úr gulli, umframt einum silvur- og trimum bronsumerkjum.

Ein av svimjarunum, sum aftur hesa ferð gjørdi vart við seg, var Pál Joensen. Og hann helt, at umframt góða og miðvísa venjing, so vóru eisini onnur viðurskifti, sum veruliga togaðu svimjararnar seinasta pettið.

- Góðu úrslitini í gjár hava sjálvandi givið okkum eyka sjálvsálit. Men tað, at nógv tann størsti parturin av áskoðarunum eru føroyingar, hevur sanniliga eisini nógv at týða. Teir gera heilt óluksáliga góðan mun. Tú bæði sært og hoyrir tey, meðan tú svimir, og tað er veruliga við til at seta seinasta trumfin á.


Báðir undir metið

200 meturin, sum Pál svam týsdagin, gjørdist ein óhugnaliga spennandi av slagnum. Nærmasti kappingarneytin, ið var av Jersey, svam undir gamla oyl-metið. Gamla, tí Pál júst hevði sett nýtt met, áðrenn næsti maðurin kom inn.

- Eg sá, at eg lá nakað frammanfyri, men spakuliga byrjaði hann at taka meg aftur. Men á seinastu 25 metrunum, tá helt eg meg síggja, at eg kortini skuldi vinna kappingina.

Umframt oyggjaleikamet, so var talan eisini um føroyskt met á teininum. Eitt met, sum Pál sjálvur ikki átti undan týsdegnum.