Nú um vikuskiftið hevur Klaksvíkar Sjónleikarfelag framført barna- og familjuleikin Hvør vann í dag. Tað er Adelborg Linklett, ið seinastu 3 mánaðirnar hevur vant teir níggju leikararnar, sum eru børn og ung millum 10 og 15 ár.
Dreymur og veruleiki
Leikurin snýr seg í stuttum um gentuna Káru, sum ikki sleppur við foreldrunum at ferðast, men má verða heima, saman við strongu Elsu fastir. Elsa fastir er ein av tí gamla slagnum, ein av teimum, sum vil at Kára skal rudda, vaska sær um hendurnar og í song í seinasta lagi klokkan hálvgun sjey. Hetta vil Kára als ikki vera við. Hon leggur seg at sova, og droymir, at leikurnar hjá henni, dukkan Maria, bamsan Brummus og Uglan Krøs, gerast livandi og hjálpa henni, at gera fastrini fortreð. Har verður kríggj.
Sum aðrar góðar barnasøgur endar alt tó við, at Kára og fastirin tosa væl saman, og so hava tær kortini nógv til felags.
Væl spældur leikur
Leikurin vendir sær serliga til børnini, til dømis varð byrjað við, at ein klovnur kom inn í salin og býtti ballónir út. Hetta dámdu børnunum sjálvsagt sera væl.
Eisini dugdu leikararnir sera væl alla tíðina at venda sær til áskoðararnar og fáa tey við í leikin. Hvørja ferð vóru børnini líka spent at blanda seg uppí, t.d. við at hjálpa Káru, og allan leikin á tamb stuttleikaðu bæði børn og vaksin sær óført.
Sjálvur leikurin var óvanliga væl spældur, og eftir hvat vit dugdu at síggja, gjørdi eingin nakran feil. Í flestu førum vóru leiklutirnir rættiliga krevjandi, við tað, at leikurin alla tíðina skifti ímillum dreym og veruleika. Til dømis hevur neyvan verið lætt hjá bamsuni og dukkuni, at vera livandi so skjótt fastirin hugdi burtur, og skunda sær at vera lívleys dukka og bamsa aftur, so skjótt hon hugdi. Eisini fóru sera nógvar stuttligar hendingar fram á pallinum, har tað óivað var ringt at halda sær og ikki fara at flenna.
Leikurin hevur heitið Hvør vann í dag?, tí hann á ein hátt snýr seg um kríggið millum Káru og fastrina, men tá klovnurin so at enda kom á pallin og spurdi áskoðararnar, hvønn tey hildu hava vunnið í dag, var ikki so lætt at svara. Tí aftaná alt klandrið, vísti tað seg kortini, at Kára og Elsa fastir ikki vóru heilt ólíkar, og í veruleikanum vóru góðar við hvørja aðra.
Fínur leikstjóri
Hóast leikurin var komin at enda, fingu áskoðararnir eina óvæntaða og stuttliga uppliving afturat, tá tey komu út í forhøllina. Har sótu nevniliga allir leikararnir á rað og tóku ímóti. Og sum vera man nýttu fleiri høvið at fáa orðið á tey.
Eitt nú spurdi onkur 15 ára gomlu Elianu Svøðstein, sum spældi Elsa fastir, um tað ikki var øgiliga ringt at minnast til alt tað, sum hon skuldi siga. Men tað helt Eliana ikki, tí tey hava vant nógv og hon hevði lisið sera væl uppá.
Tá man stendur á pallinum, kemur tað, sum man skal siga, næstan av sær sjálvum. Eg var ræðuliga nervøs, beint áðrenn eg skuldi á pallin, men so skjótt sum vit vóru komin í gongd, gloymdi eg alt um at vera bangin, segði Eliana legði afturat, at tað hevur verið sera stuttligt spæla saman við hinum leikarunum, og at tey næstan eru vorðin sum ein stór familja.
Leikararnir vóru á einum máli um, at Adelborg Linklett hevur verið ein fínur leikstjóri.
- Hon er øgiliga bestemt, men avgjørt góð við okkum, søgdu tey við ein munn
- Líka mikið, hvussu nógv hon skeldar, so fer hon altíð at flenna allíkavæl, legði ein av leikarunum afturat.
- Áh eg haldi nú ikki eg havi skeldað so nógv, royndi Adelborg at muta ímóti og vissaði okkum um, at børnini høvdu verið so ómetaliga fitt at fáast við.
Fakta:
Hvør vann í dag? er ein barna- og familjuleikur eftir Henning Lindberg. Óli Olsen hevur týtt til føroyskt.
Leikarar:
Kára: Sára Skarðenni
Mamman: Erla Jacobsen
Pápin: Høgni Olsen
Elsa fastir: Eliana Svøðstein
Bamsan Brummus: Karola Lydersen
Dukkan Maria: Rebekka Svøðstein Auðunsdóttir
Uglan Krøs: Hanna Fuglø
Frú Kornelia M. Hagalund: Karina Vegeberg
Klovnurin: Durita Magnusson
Adelborg Linklett leikstjórnaði.