Skonkti eftir afturlatingartíð

Skeinkistað verður fráboðað til loyvisnevndina, fyri at hava skonkt gestum eftir midnátt.

Restauratiónslógin er nokk so greið - ikki er loyvt at skeinkja gestum eftir miðnátt gerandisdagar. Tó so, tað var júst tað eitt skeinkistað í Havnini gjørdi í nátt.

 

Løgreglan fekk eina fráboðan klokkan hálvgum tvey í nátt, og tá teir komu á gátt kundu teir staðfesta, at enn varð skonkt á staðnum. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eigarin tí hevur fingið eina bót og verður skuldsettur fyri brot á restauratiónslógina. Harumframt verður lógarbrotið fráboðað loyvisnevndini.