Skótar skipað flaggdagshald í 50 ár

Í ár heldur Dagfinn Olsen flaggdagsrøðuna í Vági.

  Í skjótt 50 ár hava skótarnir í Vági skipað fyri flaggdagshaldi í Vági. Tey fyrstu árini varð haldið fyriskipað á Fløtuni Fríðu, men eftir at tann nỳggi minnisvarðin varð vígdur, hevur haldið verið við minnisvarðan miðskeiðis í Vágsbygd.

 

 

Leygardagin 25.apríl kl 17.00 skipar Skótaliðið Royndin í Vági fyri flaggdagshaldi við Minnisvarðan.

 

 

Skótar og úlvar ganga skrúðgongu frá skótahúsinum oman til minnisvarðan, har Dagfinn Olsen flytir fram røðu. 

 


Sangarar frá Ljómi luttaka við sangi og felagssangi, og aftan á verða øll boðin út í Framtíðina til ein drekkamunn. 

 

 

 

Mynd: Eileen Sandá