Skoti av føroyskari ætt til OL

Skotin David Carry er meistari í bretska samveldinum, Commonwealth Games, og er bæði HM og EM silvurvinnari. Nú skal hann umboða Bretland til OL

Vit føroyingar eru sera spentir uppá, hvussu tað fer at gangast Katrini Olsen og Julianne Elander í rógving, tá tær fara at kappast við heimselituna á Oyggjaleikunum. Men nú frættist, at meiri føroyskt blóð verður á leikunum í Beijing. Og ítróttaráhugaðir føroyingar kunnu gott seta kross við sunnudagin 9. august í kalendaranum.

Henda dagin skal bretska svimjiliðið í stafettini 4 x 200 metrar frí svimja sína fyrstu kapping. Bretar hava góðar vónir til hetta stafettliðið, sum hevur vunnið silvur í bæði evropameistarakappingini og heimsmeistarakappingini í svimjing. Bretar vóna, at hetta liðið kann, ið hvussu er taka eitt silvur ella bronsuheiðursmerki heim til Bretlands.


Omman úr Klaksvík

Á hesum svimji-stafettliðnum er David Carry úr Aberdeen. Hesin David Carry skal eisini svimja 400 metrar frí til OL í Beijing.

David er føddur 8. oktober í 1981 og er 185 cm langur. David er sonur Jean, sum er dóttur Haslu Elder, sum er ættað úr Klaksvík. Hasla er fødd Josephsen. Mamma David, Jean er millum annað systkinabarn til ein av okkara kendastu kvinnuligu fótbóltsspælarum, nevnliga Malenu Josephsen.

David byrjaði longu at venja í felagnum, Aberdeen Dolphins Svimming Club sum 5 ára gamal. Í dag er hann partur av felagnum, City of Aberdeen Swimming Club.

Longu tíðliga vísti tað seg, at David var eitt stórt talent, og hevur hann lagt nógva venjing fyri dagin hesi mongu árini. Og tað hevur givið úrslit. Umframt HM-silvur og EM-silvur í stafettini 4 x 200 metrar frí, so hevur David eisini vunnið heiðursmerki, sum einstaklingur.


Commonwealth meistari

David hevur vunnið skotsk og bretsk meistaraheiti, og hevur hann sett fleiri skotsk og bretsk met, sum tað fer at taka drúgva tíð at festa á blað her. Haraftrat er David bretskur samveldismeistari – ella commonwealthmeistari – í bæði 400 metrar frí og í 400 metrar einstaklinga medley. Commonwealth leikirnir hava verið fyriskipaðir síðani 1930, og taka øll lond lut, sum eru limir í bretska samveldinum, og hava Elisabeth II sum drotning.

Stór æra og virðing verður lagt í hesar leikirnar millum limalondini í bretska samveldinum. Ein siður er eisini, at vinnarnir fáa aldargomul ferðasteyp í varðveitslu. David Carry hevur eitt slíkt heima í stovuni í Aberdeen. Har verður tað standandi til næstu commonwealth leikirnar verða í Delhii India í 2010.


Hevur vitjað í Føroyum

David lesur á Loughborough University í Leicester, og hevur hann onkuntíð vitja í Føroyum saman við familju sínari. Og sæð við tjóðskaparligum brillum hevði tað verið fantastiskt um hann og Pál Joensen møttust til eina 400 metra frí finalu til HM ella EM í framtíðini.


Myndatekstur:

David Carry hevur føroyska ommu