Síðsti HM undankappingardysturin hjá kvinnulandsliðnum í hesum umfarinum er av. Skotland var gestur á Tórsvølli, og skotsku gestirnir vóru sera væl upplagdir. Hóast fyrri hálvleikur endaði við 4-0 tapi, so var avrikið fyrru trý korterini ikki so galið. Skotland setti hol á, tá ið eitt stórt korter var farið, og so var føroyska verjuspælið væl skipað. Síðstu fimm minuttirnir undan steðginum vóru ógvuliga kostnaðarmiklir, tí tá fóru trý mál ígjøgnum.
Skotland skoraði tvey mál fyrra partin av seinna hálvleiki, men skrædlið varð ikki størri.
Eyðsýndasti spælarin á føroyska liðnum var málverjin Óluva Allansdóttir Joensen. Hon bjargaði fleiri ferðir framúr væl, tá ið skotsku spælararnir vóru einsamallir frammanfyri málinum.
Føroyska liðið var ongantíð í góðari álopsstøðu, og skotski málverjin hevði bara bóltin, tá ið bólturin trillaði aftur til hana, men útspælið frá málverjanum og fram til miðstrikuna og eitt sindur longur tykist tað at vera ætlan fyri.
-Tað er torført at verja avrikið, tá ið úrslitið er 6-0 tap, men tá ið vit taka saman um, so haldi eg, at vit størsta partin av fyrra hálvleiki avrikaðu væl. Vit vístu góðan hugburð og arbeiddu nógv, men tá ið møðin rakti okkum lítla løtu undan steðginum, so sektaðu tær okkum við at skora trý mál aftrat. Vit hava seinastu árini arbeitt við at menna spælið í verju og framrættað, og eg haldi, at vit hava flutt okkum nógv rætta vegin, sigur liðformaðurin á føroyska liðnum Ásla Johannesen.
-Vit kunnu bara staðfesta, at vit spældu ímóti einum av bestu liðunum. Tær eru á veg í HM endaspælið, og í kvøld vóru tær í stinnastu uppstilling, tí tær hugsaðum um, at úrslitið kann fara at vísa seg at hava týdning fyri, hvussu tær verða styrkismettar í endaspælinum, sigur Lene Terp landsliðsvenjari.
Nú henda undankappingin er av, er úrslitið, at Føroyar einki stig hava vunnið, og at málmunurin er 2-56.
Føroyar – Skotland 0-6 (0-4)
0-1: Nicola Docherty 17.
0-2: Caroline Weir 40.
0-3: Erin Jacqueline Curhbert 45.
0-4: Martha Ellen Thomas 45.+1
0-5: Rachel Corsie 53.
0-6: Jen Beattie 68.
Dómarakvartett úr Póllandi: Katarzyna Lisiecka-Sęk, Katarzyna Wojs, Paulina Baranowska og Ewa Augustyn (4. dómari)
760 áskoðarar
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Maria á Lakjuni (Rakul M. Johannesen, 46./Rebekka Fjallsá Benbakoura, 64.), Sarita Maria Mottfoss, Birita Ryan, Ásla Johannesen (Tórunn Joensen, 57.) – Mona Rasmusardóttir, Ansy Sevdal Jakobsen (Olga Kristina Hansen, 87.), Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal – Lea Lisberg (Hervør Olsen, 46.)
Valborg Østerø, Julia Naomi Mortensen, Tóra Mohr, Ásá Stóra Carlsen, Rúna Jacobsen
Venjari: Lene Terp