Leygarkvøldið royndu eigararnir av pubbini ? harav føroyska Annika Gøthe er onnur ? at senda beinleiðis frá Italia-dystinum, og tað var ein brakandi succés, skilst. Somikið væl eydnaðist kvøldið, at hópur av svium og dønum, sum eisini ætlaðu at hyggja eftir sínum landsmonnum, máttu venda í hurðini, tí rúm var ikki fyri fleiri fólkum á staðnum.
Annika, sum saman við manni sínum, Jonathan Farrelly, rekur pubbina, sigur, at tey vóna at undirtøkan í kvøld verður eins góð. Dysturin hjá Føroyum byrjar klokkan 18.15 danska tíð. Og eftir hetta verður sent beinleiðis frá dystinum millum Letland og Danmark.