Skotski venjarin rósar føroyska liðnum

“Scot” Gemmill er ikki so bilsin av, at føroyska liðið er komið til EM endaspælinum

U17 landsliðsvenjari hjá Skotlandi er Scotland “Scot” Gemmill, sum er fyrrverandi Premier League spælari í Nottingham Forest og Everton. Hann hevur eisini spælt á skotska landsliðnum og var við báðum ferðir, tá Føroyar fingu stig móti Skotlandi um aldarskiftið á Svangaskarði.

 

Les eisini: (Rás2) Tvey eftirnøvn sum skilja seg burturúr

 

-Eg var á bonkinum í hasum báðum dystunum, so eg minnist tað. Eg hugsi mest um hatta sum ein lívsuppliving, sum fótbólturin gevur tær. Tú sleppur at uppliva heimin, eins og U17 spælararnir hjá okkum gera nú, sigur Scot Gemmill á tíðindafundinum í Kroatia.

 

Les eisini: Fleiri pláss skulu mannast av nýggjum

 

Hann heldur, at føroyska liðið hevur gjørt tað væl og eftir at hava sæð dystirnar, so er hann ikki bilsin av, at føroyska liðið nú er til EM endaspælið.

 

-Eg eri ikki bilsin, tá eg siggi dystirnar hjá tykkum. Eg síggi eitt gott lið og veit at tað er ikki lætt at koma so langt í kappingini. Liðið hevur góðan liðanda, eru væl skipaðir og sinnaðir at renna fyri hvørjum øðrum. Tað er nakað vit tosa nógv við ungar spælarar um í dag. Tað er at vilja tað nokk og tað gera føroysku spælararnir, sigur Scot Gemmill.

 

Venjarin hjá Skotlandi vil ikki koma ov nógv inn á hansara egna lið, men heldur seg til at tað er eitt lið.

 

Les eisini: (Rás2) Frá familju og vinum til FC Midtjylland

 

-Vit hava verið sterkir higartil, men nú verður tað torførari. Nú snýr tað seg ikki um tað, sum er hent, men um tað sum hendir. Vit spæla sum eitt lið, og vilja arbeiða sum eitt lið – eins og tykkar. Tað skal til fyri at vinna á betri mótstøðu, sigur Scot Gemmill og leggur afturat:

 

-Tað verður ein torførur dystur móti tykkum. Fyrsti dysturin í einum endaspælið er altíð torførur, tí bæði liðini eru væl fyrireikaði, men tað er ógjørligt at vita hvat fyri dystur talan verður um, sigur U17 landsliðsvenjarin hjá Skotlandi.

 

Les eisini: (Rás2) Bárður á Reynatrøð er bjartskygdur

 

Hann ynskir at hansara spælarar bara skulu njóta at verða til EM, og at einki trýst er á teimum úr heimlandinum, um at klára seg væl.