Málið kring tilburðin í Miðvági mánakvøldið hevur nú fingið eina vend, og ákærin boðaði í gjár frá, at ein maður aftrat skotmanninum er ákærdur.
Ákærin í Føroyum boðaði í gjár á Twitter frá, at ein 39 ára gamal maður var skuldsettur fyri harðskap og hóttanir um harðskap móti innsatsleiðaranum hjá løgregluni í sambandi við skottilburðin í Miðvági 9. desember.
Ítøkiliga er 39 ára gamli maðurin ákærdur fyri at hava hótt við og roynt at skalla innsatsleiðaran hjá løgregluni.
Haraftrat er maðurin ákærdur fyri at hava hótt tann kommunulæknan, ið bað um at fáa løgregluna á staðið.
39 ára gamli maðurin var til grundlógaravhoyr 10. desember, og ákærin boðar frá, at maðurin varð varðhaldsfongslaður fram til dómsforhandlingina 20. desember.