Mándagin 20. juni
Kongsfamiljan kemur til Tórshavn við kongsskipinum Dannebrog.
Aftaná at vera boðin væl komin á havnarøkinum, vitja tey kongaligu í Tinganesi og Løgtingið.
Krúnprinsahjúnini vitja Dómkirkjuna og Margarinfabrikkina
Tórhavnar býráð bjóðar morgunmat í Müllers pakkhúsi.
Drotningarhjúnini vitja Landssjúkrahúsið, Tjarnargarð, Fornminnissavnið, økið har Hoyvíkar kirkja verður bygd, har grundarsteinur verður lagdur, og William Heinesens hús.
Samstundis vitja krúnprinsahjúnini Dagstovnin á Hamrinum, Listasavnið og Færøernes Kommando.
Um kvøldið er løgmaður vertur fyri galladøgurða í Norðurlandahúsinum, við mótasýning og konsert har Eivør Pálsdóttir við Kasahópinum og Deja Vu framføra.
Eftir døgurðan siglir Dannebrog av Tórshavn.
Týsdagin 21. juni
Kongsfamiljan kemur til Sands við kongsskipinum Dannebrog. Siglt verður í land við skipsbátum.
Tey vitja kirkjuna og útgrevsturin í Junkarins fløtti.
Dannebrog siglir til Suðuroyar.
Vágs býráð bjóðar morgunmat í Vági.
Drotningahjúnini vitja Ruth Smith savnið, samstundis um krúnprinsahjúnini vitja Sirri.
Kongsfamiljan leggur leiðina framvið sluppini Jóhonnu.
Eftir hetta koyra tey kongaligu til Tvøroyrar har drotningahjúnini vitja Gallarí Oyggin og gamla kongaliga einahandilin. Um somu tíð vitja krúnprinsahjúnini sjúkrahúsið og ellisheimið.
Hetta kvøldið er Tvøroyrar býráð vertur fyri døgurða, sum verður í høllini í Trongisvági.
Eftir døgurðan siglir Dannebrog av Tvøroyri.
Mikudagur 22. juni
Dannebrog siglir inn á Klaksvík.
Drotningahjúnini vitja sambýlið á Heygnum, Norðoyartunnilin og Christianskirkjuna.
Krúnprinsahjúnini koyra til Viðareiðis, og afturkomin til Klaksvíkar hitta tey avstraliarar búsitandi í Føroyum.
Klaksvíkar býráð bjóðar morgunmat í Skálanum.
Kongsfamiljan siglir við Brimli til Fuglafjarðar.
Úr Fuglafirði verður koyrt til Leirvíkar, har kongsfamiljan vitjar bátasavnið.
Drotningahjúnini vitja Toftanes-grevsturin, samstundis sum krúnprinsahjúnini vitja Norðoyartunnilin Eysturoyar megin.
Drotningahjúnini koyra til Elduvíkar, meðan krúnprinsahjúnini koyra til Gjáar.
Um kvøldið verður góður nátturði (souper) fyri serliga innbodnum umborð á Dannebrog. Seint á kvøldi siglir Dannebrog av Tórshavn.
Hósdagur 23. juni
Kongsfamiljan koyrir frá Dannebrog í Sørvági til Gásadals.
Eftir vitjanina í Gásadali vitja drotningahjúnini Sóljugarð í Sandavági og Kálvalíð í Miðvági.
Viðrar, flúgva krúnprinsahjúnini við tyrlu til Mykinesar.
Seinni vitja tey kongaligu ellis- og avlamisheimið í Vágum, og Miðvágs býráð bjóðar morgunmat.
Vitjanin hjá kongshjúnunum endar seinnapartin við tíðindafundi á Hotel Vágum.