Skrekkiligar søgur á Sjósavninum

Sjósavnið á Argjum verður í dag karmur um framløgu av tveimum nýggjum ræðubókum hjá høvundanum William Smith. Talan er um eitt stuttsøgusavn og eina skaldsøgu.

Søgurnar í stuttsøgusavninum, ?Tvær skrekkligar søgur?, snúgva seg um sonevndar ræðslusjúkur, ið tey flestu munnu kenna í egnum barmi. Eitt nú tá ørilisi kemur á okkum longu á triðja stigatrini, ella tá ið vit eru um at missa ondina, longu áðrenn vit eru komin inn undir brúsuna.

Hin bókin er krimiræðusøgan ?Gagnligt lív?, ið eisini kemur út á donskum við heitinum ?Organiseret liv?

Í sambandi við útgávurnar bjóðar Forlagið í Støplum til móttøku á Sjósavninum úti á Argjum í dag klokkan 17.00.

Umframt kunning um bøkurnar verða brot eisini lisin upp.

Aftan á móttøkuna verður høvi at síggja kombikkabúrið á Sjósavninum, umframt fotoframsýning hjá Hans Eli Sivertsen við djóramyndum úr føroysku náttúruni, av fugli, hvali, kópi, rottu umframt firvaldum.

Stuttsøgusavnið kemur út um eina viku, meðan skaldsøgan kemur út 1. oktober