Í rættarmálinum móti Anders Behring Breivik í dag hevur 20 ára gamli Glenn Martin Waldenstrøm givið frágreiðing.
Hann var ein av teimum trimum, sum komu undan við lívinum av teimum av 10, sum vórðu skotin í Lítlasali á Utøya.
Hann varð raktur í andlitið, og sum eina avleiðing fekk hann ikki tosað. Hann skrivaði tí telefonnummarið hjá foreldrunum við blóði í gólvið, so hini yvirlivandi kundi ringja og siga frá, at hann var á lívi.
- Eg orkaði ikki at tosa og siga teimum telefonnummarið, greiddi hann frá í rættinum í dag.
Áðrenn Svelvikbúgvin í Vestfold kom inn í rættin, bað hjásitarin hjá honum, Elisabeth Hagen, um at Anders Behring Breivik skuldi fara úr rættarsalinum.
- Hann hevur stúrt ræðuligt fyri hesum degnum, men var sinnaður at royna. Nú síggja vit, hvussu trupult tað verður fyri hann, og vit óttast fyri, at hann ikki kann greiða frítt frá, um Breivik er til staðar, segði Elisabeth Hagen.
Anders Behring Breivik varð latin í hondjørn og leiddur út gjøgnum bakdyrnar av salinum saman við verjanum, Odd Ivar Grøn, og teir fylgdu avhoyringini á videoskíggja.
Tað skrivar norska heimasíðan, vg.nett
Myndin vísir ein reinan og ruddiligan Lítlasal.