Er tað nakað sum tær 13 genturnar á gentuliðnum – gentur 14 ár – hjá Neistanum hava sæð fram til í summar, var tað luttøkan í ársins Partille Cup í farnu viku.
Í samfull tvey ár hava tær vant, bæði summar og vetur, soleiðis at tær kundu verða so væl fyrireikaðar sum gjørligt til hesa luttøkuna. Í teimum var tendraður ein neisti, sum vónandi kundi føra tær heilt upp á sigurspallin.
Undan teimum hava onnur føroysk lið tikið lut, men ongatíð hevur nakað teirra vunnið gullmerki, eins og tað eydnaðist ungu kvinnunum úr Neistanum.
Vónirnar um at koma so langt, vóru kanska ikki av teimum bestu undan kappingini. Har vóru onnur útlendsk lið, ið tey serkønu mettu sum rættiliga sjálvsøgd at vinna sær heiðursmerki – og eisini eitt gullmerki.
Tað skiltist frammanundan, at rukku tær einum plássi í finaluni, so vóru tær nøgdar við tað. Men so hvørt sum kappingin leið, og Neista-genturnar fingu hálað ein stórsigurin fyri og annan í hús, vantaði bert tann seinasti og avgerandi dysturin – finalan móti Hjortshöj Egå IF úr Danmark.
Sum við so mongum øðrum finalum, var her talan um ein sera javnan dyst, har einki varð avgjørt fyrrenn fá sekund undan dystarloki.
Tíbetur fyri føroysku genturnar fingu tær tað seinasta og avgerandi málið. Og løtu seinni fingu tær heiðursmerki úr gulli og eitt steyp til ognar.
12 sekund
Partille Cup er heimsins størsta ungdómskapping í hondbólti. At vinna eina av kappingunum her, er ikki hvørs mans føri.
Gentur 14 ár hjá Neistanum vóru væl fyrireikaðar, og á vegnum fram móti finaluni vunnu tær á liðum úr so ymiskum londum sum Svøríki, Sveits, Noregi og Nigeria.
Tað vóru tey, sum góvu danska mótstøðuliðinum í finaluni ein góðan møguleika at vinna eisini henda dystin. Men soleiðis varð ikki.
Tað gekk javnt á við dystarbyrjan. Neistin fekk fyrsta málið, men áðrenn tær vistu av, høvdu hinar lagt seg á odda 2-1. Síðani kom Neistin fram um aftur 3-2, og Hjortshöj Egå aftur 4-3.
Beint áðrenn hálvleik vóru føroysku genturnar á odda 5-4, men eitt danskt brotskast javnaði síðani til 5-5. Her var talan um ein javnan og ikki serliga málríkan finaludyst, um ein skal døma eftir fyrra hálvleiki.
Í øðrum hálvleiki gekk soleiðis, at tá 10 minuttir vóru eftir, var Neistin á fyrsta sinni á odda við tveimum málum. Danska liðið fekk ein leikara útvístan, men tær stríddust manniliga, og tá 90 sekund vóru eftir javnaðu tær til 10-10, samstundis sum Neistin nú fekk ein leikara útvístan.
12 sekund áðrenn dystarlok fekk føroyska liðið brotskast, sum endaði í málinum. Soleiðis vunnu Neista-genturnar ta mest jøvnu finaluna í ár við 11 málum ímóti 10.
Samstundis sum tær vunnu hesa finaluna, kundi teir ovurfegnu leikararnir, venjararnir Mildrið Jacobsen og Dánjal Pauli Mohr, og viðhaldsfólk teirra fegnast um, at eitt føroyskt lið á fyrsta sinni hevur vunnið eina finalu í Partille Cup.
Eisini vit í Miðlahúsinum ynskja teimum tillukku við hesum bragdinum.