Hóast tónleikanøvnini gjørdu sína skyldu, hegla atfinningarnar oman yvir fyriskipararnar. Vánaligar umstøður og vantandi áhugi prýða yvirskriftirnar kring heimin.
Risastóra umhvørvistiltakið, Live Earth, varð hildið leygardagin, og lagt varð upp til tað heilt stóra brakið. Fyriskipararnir væntaðu tvær milliardir hyggjarar kring heimin.
Og hyggur ein at skránni, so er eisini talan um tað besta av tí besta innan tónleikheimin í dag.
Nøvn sum Madonna, Akon, Red Hot Chilli Peppers, Smashing Pumpkins, Pussycat Dolls og nógv onnur gjørdu sítt til, at tónlistarligi parturin ikki lá eftir.
Lá hyggjaratøl
Men í kjalarvørrinum av tiltakinum eru atfinningarnar nógvar.
Talið av fólki, ið sóu tiltakið, kom ikki í nær námind teimum tveimum milliardunum, ið vórðu spáddar. Í Onglandi høvdu bæði Live Aid, sum var í 2005, og konsertin til minnis um Dianu prinsessu, sum var her fyri, munandi størri hyggjaratøl enn Live Earth. 11,3 milliónir hugdu at minniskonsertini, meðan einans 3,1 milliónir hugdu at Live Earth.
Í Danmark var talið 100.000. Til sammetingar kann nevnast, at Live Aid hevði 231.000 hyggjarar.
Í øðini
Fyriskipanin av tiltakinum fær eisini eitt skot fyri bógvin.
Í Sidney eru fólk í øðini um vánaligu viðurskiftini undir tiltakinum. Tímalangar bíðitíðir til vesini og ølfløskur fyri 200 kr. hava allarhelst gjørt sítt til, at tiltakið hevur fingið hundratals klagur síðani leygardagin.
Endamál
Endamálið við tiltakinum er at gera fólk varhug við vaksandi hitalagstrupuleikan, sum síðani skal elva til eina hugburðsbroyting viðvíkjandi burturkasti o.ø.