Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, fyrispurning um, at viðskiftafólk eru ørkymlað um nýggja bygnaðin í Mentamálaráðnum, sum varð settur í gildi fyri skjótt tveimum árum síðani. Eitt nú eftirlýsa skúlafólk fólkaskúladeidina, sum varð niðurløgd í sambandi við bygnaðarbroytingarnar.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Rigmor Dam soleiðis:
Nýggi bygnaðurin í Mentamálaráðnum elvir til ørkymlan millum skúlafólk og onnur, tí ógreitt er, hvønn tey skulu venda sær til, og hvør hevur ábygdina av, at fyrispurningar verða avgreiddir.
Á vetri í 2012 varð Mentamálaráðið skipað við nýggjum bygnaði, sonevndum funktiónsbygnaði, har arbeitt verður í toymum í staðin fyri í deildum. Farið var sostatt burtur frá serfrøðingavitan og greiðum ábyrgdarbýti yvir til ein bygnað við generalistum, har øll starvsfólk kunnu fara inn í øll mál, um tørvur er á tí.
Í sambandi við fyrispurning frá undirritaðu um endamálið og kostnaðin á bygnaðarbroytingunum, sum lógu um 600.000 kr. (áleið tvey ársverk), segði landsstýrismaðurin, at ætlanin var at gera ráðið effektivari, og sum frá leið at fáa meira fyri játtaða peningin.
Men nýggi bygnaðurin hevur elvt til nógva ørkymlan og ónøgd millum viðskiftafólk, sum samstarva við ráðið.
Fyri at taka fólkaskúlan sum dømi, so hava vit 46 fólkaskúlar við starvsfólki og leiðslum, sum vísa beinleiðis til Mentamálaráðið. Kortini hevur Mentamálaráðið niðurlagt Fólkaskúladeildina, har lærarar, leiðslur, foreldur, felagsskapir, stovnar og onnur skúlafólk kundu venda sær til í dagliga samskiftinum við umsitingina.
At eingin hevur ábyrgdina av fólkaskúlanum ger, at fólk kenna seg slept upp á fjall, tí fyrispurningar verða ikki avgreiddir, og fólk verða send frá Peri til Pól.
Eisini hava viðskiftafólk ta greiðu fatan, at tey (fáu knáu), sum áður mannaðu Fólkaskúladeildina, eru ovbyrjað og kunnu tí ikki viðgera ella avgreiða allar fyrispurningar.
Fyri bert fáum árum síðan var fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum størsta og kanska best virkandi deildin við 6-7 starvsfólkum. Í dag er einki fast starvsfólk ella deild at taka sær av einum av størstu løgfrøðiligu, fyrisitingarligu og námsfrøðiligu uppgávunum í landinum.
Herálvur Jacobsen, formaður Lærarafelagsins, lýsti málið í Skúlablaðnum í mai 2014, har hann staðfesti, at skúlaleiðslur, Lærarafelagið og lærarar dagliga hava stórar trupulleikar við at fáa samband við Mentamálaráðið.
- Skúlaleiðslur hava í nógvum førum eftir royndir í fleiri dagar uppgivið at fáa samband við fakfólk innan fólkaskúlan í Mentamálaráðnum og venda sær tí til Lærarafelagið við spurningum og uppgávum, sum heilt greitt hoyra undir arbeiðsøkið hjá arbeiðsgevaranum, segði Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Føroyska skúlaverkið verður stýrt úr erva, og lokalu skúlaleiðslurnar hava lutfalsliga lítið rásarúm at skipa skúlan eftir egnari hugsjón ella tørvi. Ráðið fyrisitir eina røð av skúlamálum, so sum menning av skúlanum, fyrispurningar um starvsfólkaviðurskifti, árs- og virksemisætlanir, fyrispurningar um eftirútbúgving, framleiðslu og útbreiðslu av royndartilfari, skipan av eftirmetingum og skúlakanningar, lønarspurningar, samstarv við Lærarafelagið og mangt, mangt annað.
Alt hetta pliktar, soleiðis, at ráðið má hava eitt passaliga stórt og væl skikkað lið av dugnaligum og eldhugaðum starvfólkum, sum hava tíð, orku og veruligar møguleikar at fyrisita málsøkið og tæna fólkaskúlanum á fullgóðan hátt. Eisini er alneyðugt, at ráðið hevur eina námsfrøðiliga eind, har til ber at viðgera námsfrøðiligar spurningar og skúlamenning við skikkað fólk í Mentamálaráðnum.
Sigast skal, at tað eru ikki bara skúlafólk, sum eru ónøgd við nýggja bygnaðin í Mentamálaráðnum, hetta er eisini galdandi fyri viðskiftafólk innan onnur virkisøki hjá ráðnum.
Tí er áhugavert at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í mentamálum sjálvur heldur, at hetta hevur hepnast, og hvat hann ætlar at gera við málið.
Spurningarnir til landsstýrismannin eru soljóðandi:
1. Hvussu kunnu viðskiftafólk vita, hvønn tey skulu venda sær til við fyrispurningum innan teirra virkisøki, tá eingin hevur ábyrgd av ymsu økjunum undir Mentamálaráðnum?
2. Hvussu metir Mentamálaráðið sjálvt, at samskiftið við viðskiftafólk hevur hepnast við nýggja bygnaðinum?
3. Eru ítøkiligar ætlanir um at bøta um samskiftið úteftir, so tað verður greiðari, hvønn viðskiftafólk skulu venda sær til við fyrispurningum, og hvør hevur ábyrgdina av, at hesir verða avgreiddir?
4. Í hvønn mun hava bygnaðarbroytingarnar bøtt um tænastuna til brúkaran?
5. Nær er ætlanin at eftirmeta og endurskoða nýggja bygnaðin í Mentamálaráðnum?
6. Hvat ætlar Mentamálaráðið at gera við trupulleikan? Og nær?