Drápsroynd móti løgreglufólki. Soleiðis ljóðar skuldsetingin móti 25 ára gamla manninum, sum mikumorgunum, við 20 metra frástøðu, skeyt við eini høglbyrsu móti løgreglufólki. Foreldrini hjá tí 25 ára gamla manninum boðsendu løgregluni, tí maðurin ætlaði at gera av við seg sjálvan við eini høglbyrsu. Men eftir at løgreglufólkini høvdu tosað við hann eina løtu, tók maðurin byrsuna og skeyt eitt skot eftir teimum. Sambært skuldsetingini royndi hann at drepa tvey av løgreglufólkunum.
Í grundlógaravhoyringini seinnapartin mikudagin varð maðurin skuldsettur eftir grein 237 í revsilógini. Har stendur at "den, som dræber en anden, straffes for manddrab med fængsel fra 5 år indtil på livstid". Men av tí at maðurin ikki drap nakran mikumorgunin, skotið raktið ein metur við síðuna av tí eina løgreglufólkinum, so er grein 21 í revsilógini skoytt upp í skuldsetingina. Hon sigur, at tá atgerðin ikki verður fullførd, er hon at rokna sum roynd.
Í øðrum lagi, tvs. um ikki verður mett at grundarlag er fyri skuldsetingini um drápsroynd, er maðurin skuldsettur eftir grein 119 í revsilógini. Eftir hesi grein er maðurin skuldsettur fyri at hava hótt og framt harðskap móti løgreglufólki, sum vóru til arbeiðis. Í báðum føri er talan um álvarsligar skuldsetingar, sum kunnu geva fleiri ára fongsul.
Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini um at hann skal hava roynt at dripið tvey løgreglufólk. Hann sigur seg ikki minnast at hava skotið eftir teimum.
Dómarin gjørdi av at maðurin skal varðhaldsfongslast í fýra vikur, meðan kanningararbeiðið fer fram. Hann skal møta aftur í rættinum 8.oktober.
Stórt kanningararbeiði
Kanningararbeiðið eftir hendingina í Magnus Heinasonargøtu mikumorgunin byrjaði av álvara hósmorgunin. Ein serfrøðingur frá kriminalteknisku deild hjá donsku ríkisløgregluni er komin til Føroya. Hann skal kanna løgreglubilin, sum varð raktur av skotunum frá høglbyrsuni, og eisini skal hendingin endurgerast, rekonstruerast, niður í smálutir, so ein neyv mynd fæst av, hvat fór fram, frá tí at løgreglan fekk boðini kl.06.09 til 25 ára gamli maðurin varð handtikin ein góðan hálvan tíma seinni.
Løgreglan hevur somuleiðis avhoyrt vitni til hendingina. Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini, sigur, at møguliga skulu fleiri vitni avhoyrast, og kanska skal onkur avhoyrast av nýggjum.
Høvuðspersónurin, tann 25 ára gamli maðurin, er enn ikki avhoyrdur av løgregluni. Bergleif Brimvík sigur, at avhoyringin í fyrsta lagi verður fríggjadagin. Í fyrstu atløgu hevur løgreglan valt at savna seg um tær teknisku kanningarnar, umframt at avhoyra vitni.
Í grundlógaravhoyringini mikudagin varð maðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur, og Bergleif Brimvík væntar, at fýra vikur er nóg long tíð hjá løgregluni at gera sítt kanningararbeiði liðugt.