Skulpturframsýning í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin 24. okt. kl. 17 letur upp skulpturframsýningin hjá Bernhard Lipsøe.


Hetta verður fyrstu ferð, at listamaðurin vísir fram teir skulpturarnar, hann hevur arbeitt við í umleið 10 ár. Bernhard Lipsøe er »autodidaktur« og hevur í nógv ár arbeitt við oljumálningum, grafikki og akvarell. Einaferð tá ið hann ferðaðist í Frankaríki varð hansara málarakassi stolin, og tá mátti hann so finna upp á okkurt. Hann fann eitt petti av rustaðum stáltráði, og við hesum skapti hann sín fyrsta skulptur. Skulpturarnir hjá honum er ofta djór ? tarvar, hestar, seyður, fuglur og fiskur. Skulpturarnir kunnu vera abstraktir ? teir kunnu eisini vera naturalistiskir.

Bernhard Lipsøe gleðir seg til framsýningina í Norðurlandahúsinum.

Framsýningin er í húsinum til 16. november 1997, og er hon stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond. Tá ið framsýningin hevur verið í Norðurlandahúsinum fer hon til Keypmannahavnar og verður at síggja í Kunsthallen í tíðarskeiðnum 5.-19. desember.