Í samrøðuni við Hans Paula Strøm, landsstýrismann, í blaðnum í gjár, er ein feilur komin í, har tað verður greitt frá útreiðslubýtinum ímillum land og kommunur í sambandi við at byggja og reka røktarheim og sambýli.
Har stendur, at í sambandi við sambýli skal Vágs Kommuna einsamøll betala 90% av rakstrinum.
Hinvegin skal kommunan ikki betala eitt oyra av rakstrinum av einum røktarheimi.
Tað rætta er, at í sambandi við sambýli, skal kommunan betala 90% av sjálvari byggingini. Hinvegin betalir landið raksturin. Tó skal kommunan sjálv betala náttarvaktirnar, umframt viðlíkahald.
Men í sambandi við eitt røktarheim betala landið og kommunurnar í økinum, hvør sína helvt av byggingini.
Hinvegin betalir landið allan raksturin, sum hann er.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, ger eisini vart við, at honum hóvar ikki yvirskriftina á greinini.
Har stendur at "Vágbingar vilja bara hava uttan at lata nakað afturfyri".
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta eru ikki hansara orð. Tað er rætt, tí yvirskriftin er ein niðurstøða av tí, sum stendur sjálvari greinini.
Har stendur, at spurningurin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági, er eitt samlað tilboð til suðuroyingar. Men býráðið í Vági hevur samtykt, at tað heldur fast um, at skúlin skal byggjast í Vági, men at tað vil kortini tosa við landsstýri um røktarheim í Suðuroy.
Ì tí sambandi sigur landsstýrismaðurin, at vágbingar kunnu ikki bara taka tað burturúr samlaða tilboðnum, sum hóvar teimum best og nokta at tosa um tað, sum ikki hóvar teimum.
Og tað stendur landsstýrismaðurin framvegis við.