Talan verður um aldarinnar dyst, tá Manny Pacquiao skal dystast móti Floyd Mayweather. 30 ára gamli Pacquiao verður í dag mettur sum heimsins besti boksari yvirhøvur. Tann heiðurin átti Mayweather, áðrenn hann gavst við ítróttini fyri hálvum øðrum ári síðani. Nú er Mayweather tó aftur til reiðar at fara í ringin, og so skal heimurin fáa at síggja, hvør er tann besti av teimum bestu. Roknað verður við, at sjónvarpsrættindini til dystin koma at kasta á leið eina milliard av sær, og teir báðir boksararnir sleppa at býta 450 milliónir krónur sínamillum fyri dystin.