Skulu fáa pengar fyri at passa síni egnu børn

Tað skal bera til hjá foreldrum at fáa pening frá kommununi fyri at syrgja fyri privatari barnaansing

Tað skal bera til hjá foreldrum at skipa fyri síni egnu barnaansing. Tað halda tey í Fólkaflokkinum og tískil hevur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri flokkin, og floksformaður, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta.

 

Tað, hann vil hava Løgtingið at samtykkja, er, at tað skal bera til hjá kommunum at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin annars kostar, so at foreldur sjálvi kunnu syrgja fyri at fáa børnini passað.

 

Hann vísir á, at barnaansingin hjá kommunum er ikki snikkað saman til fólk, sum arbeiða í skiftisvaktum, ella hava óvanligar arbeiðstíðir. Barnanasingin er fyri foreldur, sum arbeiða vanligar arbeiðsdagar, og riggar ikki væl til foreldur, sum arbeiða á sjúkrahúsum, røktarheimum, á fiskavirkjum, og aðrastaðni, har fólk arbeiða í vaktum.

 

– Tíðin er komin at gera frælsið størri og at fáa eina tænastu fyri øll, og tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum, sigur Jørgen Niclasen.

 

Tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommununum. Men sum oftast er kostnaðurin ímillum 60.000 og 80.000 krónur um árið fyri hvørt barnið. Í miðal rinda kommurnar einar 70.000 krónur um árið fyri hvørt barnið. Harumframt er eitt foreldragjald, sum er einar 20.000 krónur um árið fyri hvørt barnið.

 

– Tað merkir, at kundu foreldrini rátt yvir peninginum, høvdu tey einar. 90.000 krónur um árið fyri hvørt barnið. Fáa foreldur hesa upphæddina til taks  fyri hvørt barnið, kunnu tey keypa tænastuna frá kommunalu barnaansingini. Men námsfrøðingar, og onnur, kunnu eisini stovnað privatar ansingarstovnar og bjóða foreldrum ansingartænastu.

 

– Arbeiðspláss kundu bjóðað ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum. Arbeiðsgentur kundi eisini verið ein møguleiki.

 

– Ein annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst um ansing. Við 90.000 krónum um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugsast, at summi foreldur kundu havt fíggjarligan møguleika at ansa sínum børnum heima, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.