Samráðingar
Samráðingarnar millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag um nýggjan sáttmála byrjaðu seinast í november.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, heldur, at tað eru reiðararnir, sum eru orsøkin til, at samráðingarnar komu so seint í gongd.
- Tað loysir seg fyri reiðararnar at draga samráðingarnar út, soleiðis at skip kunnu fara nýggjan túr.
Sáttmálin millum feløgini gekk út 1. desember, og herfyri komu semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, upp í samráðingarnar, tí stað stóð í botni millum partarnar eftir nakrar fundir.
- Semingsmenninir hava verið í samband við okkum í vikuskiftinum. Teir hava roynt at mýkt støðuna, og vit vænta, at teir fara at leggja semingsuppskot fyri partarnar í morgin.
Jan sigur, at semjast partarnir ikki um semingsuppskotið, kunnu semingsmenninir útseta eitt møguligt verkfall í eina viku.
- Eg haldi, at vit hava víst góðan vilja til at náa undir land í semju, men vit halda ikki, at reiðararnir í sama mun hava verið at tosa við. Jan sigur, at hann seinastu dagarnar hevur tosað við nógvar fiskimenn kring landið og soleiðis hevur følt seg fyri, hvat teir halda um galdandi sáttmálar.
- Tað er serliga eftirlønin, sum vit hava lagt dent á, men vit hava eisini sagt, at vit vilja hava sáttmálarnar uppaftur á tað, teir vóru.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur, at sáttmálarnir við árunum eru viknaðir, tí manningin tekur alsamt størri lut í ymiskum útreiðslum, sum hann heldur, at reiðararnir eiga at bera.
- Tað einasta, sum reiðararnir siga seg vilja, er at halda sáttmálarnar betri, umframt at teir vilja leggja nøkur heilt fá oyru oman á eftirlønina. Hinvegin vilja teir í størri mun hava manningarnar at taka lut í øktu oljuútreiðslunum.
Jan Højgaard vísir á, at eitt sonevnt protokollát áður er gjørt millum feløgini, har sagt verður, at spurningurin um oljuútreiðslurnar skal takast uppaftur, um oljan dýrkar.
- Eg vil siga, at hetta protokollát er ein kleppur um beinini á okkum.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur generelt ikki, at fiskimenn skulu luttaka í útreiðslunum hjá reiðarum.
- Tað kann ikki vera rætt, at okkara limir skulu gjalda fyri at sleppa til skips, sigur hann.
Jan Højgaard hevur ikki bestu vónir um, at sáttmálatrætan kann loysast í sátt og semju, men hann dylur ikki, at tað er hetta, sum Føroya Fiskimannafelag helst vil.
- Soleiðis, sum samráðingarnar hava gingið higartil, er ógvuliga óvist, um vit kunnu semjast. Vit vilja helst náa undir land í semju, men vit geva okkum ikki við góðum. Fáa vit einki burtur úr í samráðingunum, verður verkfall, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, avgjørdur.