Skulu hava púra greiðar linjur

Landsstýrið fer nú at gera ein sáttmála við Strandferðsluna, har tað beinleiðis er ásett, hvussu tænastustøðið skal vera og hvørjar skyldur stovnurin skal hava

Nú skal ein beinleiðis sáttmáli gerast ímillum Innlendismálaráðið og Strandferðsluna um, hvussu stovnurin skal virka framyvir.
Landsstýrið hevur í eina tíð arbeitt við at umskipa bygnaðin á Strandferðsluni.
Niðurstøðan er, at nú skal ein samferðsludeild skipast í Innlendismálaráðnum og hendan samferðsludeildin skal so gera samferðslusáttmálar við Strandferðsluna.
- Í hesum sáttmálanum skal tað greitt verða ásett, hvørji krøv, politiska skipanin hevur til Strandferðsluna, hvørja tænastu, hon skal veita og, hvørjar skyldur hon skal hava, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
- Aðalmálið við einum slíkum samferðslusáttmála er, at hann skal vera eitt bindandi stýringsamboð fyri bæði politiska myndugleikan og fyri Strandferðsluna, so at báðir partar vita akkurát, hvat teir hava at halda seg til.
Men við einum slíkum sáttmála frásiga politikararnir sær eisini rættin til at leggja seg út í dagliga raksturin, tí sáttmálin førir við sær eitt greitt ábyrgdarbýtið ímillum politiska myndugleikan og Strandferðsluna.
Men samstundis verða krøvini til Strandferðsluna meiri skipað enn tey hava verið.

Kunnu keypa eykatúrar
Hetta gevur politiska myndugleikanum tíð og orku til at leggja langtíðarætlanir fyri samferðsluna, hvussu tænastustøðið skal vera og hvussu stovnurin skal mennast, stendur í einum uppritið, sum ein bólkur hevur gjørt til landsstýrismannin í hesum sambandi.
Men samstundis ber hetta so eisini í sær, at politiski myndugleikin kann keypa tænastu frá ferð til ferð, tá ið tað er neyðugt.
- Fyri Strandferðsluna er tað eisini avgerandi, at pengar fylgja við, tá ið politikarar seta nýggj krøv, so at rúmd ikki skal finnast á játtanini, sum hon hevur.
Hinvegin er tað ein vansi at tað Strandferðslan ikki verður so liðilig, sum hon hevur verið og at tað fer at vera torførari at broyta ferðaætlan við stuttum skotbrái eitt nú í sambandi við landsdystir og onnur tiltøk.
Hinvegin er endamálið, at í slíkum føri skal tað bera til hjá politiska myndugleikanum at keypa eykatúrar fyri ein ávísan kostnað, stendur í uppritinum.
Men har verður eisini lagt afturat, at skal ein slík skipan virka, er tað ein avgerandi fortreyt, at politiski myndugleikin góðtekur, at hann hevur fingið ein nýggjan leiklut sum meira yvirskipaður partur og at hann sostatt ikki leggur seg út í dagliga raksturin.
Ì fyrstu syfti verður hugsað um at gera stuttan sáttmála, ið gongur yvir eitt ella tvey ár .
- Tað gevur útbjóðaranum møguleika fyri at tillaga og broyta óhepnar ásetingar í sáttmálanum, sigur uppritið.
Men tá ið allir partar hava fingið fleiri royndir, er tað ofta ein fyrimunur at gera sáttmálar yvir longri tíðarskeið, tí tað gevur Strandferðsluni betri fortreytir fyri at leggja ætlanir, gera íløgur, seta fólk o.s.fr.
Jacob Vestergaard hevur fyrr nevnt, at hann hevur kannað um tað ber til at einskilja nakrar av teimum smærru leiðunum, men tað skilst á honum, at hetta er ikki nakað, sum liggur í kortunum beint nú.