Tað er umleið eitt fjórðingsár liðið, síðan hjúnini, Óli og Ann-Dorit Nattestad, keyptu ognirnar hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi. Hetta hendi eftir, at gomlu eigararnir høvdu gjørt av at lata virkið í Skopun aftur og at siga tey umleið 50-60 fólkini úr starvi.
Virkisleiðarin gjøgnum mong ár, Martin Olsen, helt fram hjá nýggju eigarunum, og tað gjørdu arbeiðsfólkini eisini, tá virkið í Skopun fáar dagar eftir keypið læt uppaftur. Hesar tríggjar mánaðirnar hevur arbeiði verið á virkinum at kalla hvønn yrkadag.
- Eg havi áður sagt, at framleiðslan á virkinum í Skopun kann fáast at hanga saman, um tað fer at eydnast okkum at fáa nóg mikið av ráfiski til virkingar. Vit eru nøgd við gongdina, síðan virkið læt upp aftur, og virksemið hevur í hesum tíðarskeiði hingið saman, sigur Martin Olsen.
Tá virkið í Skopun læt aftur miðskeiðis í juni mánaði í ár, høvdu tey arbeitt umleið 1900 tons av ráfiski, harav 615 tons var frystur fiskur, sum virkið keypir og tiðnar upp til framleiðslu.
Í 2018 var samlaða ráfiskanøgdin 3.700 tons, harav 790 tons var frystur fiskur, og í 2017 vóru samlaðu nøgdirnar 4.300 tons, harav 743 tons var frystur fiskur.
Martin Olsen sigur, at skal framleiðslan fáast í eina góða og støðuga legu, skulu samlaðu ráfiskanøgdirnar – av feskum og frystum fiski – helst koma upp á eini 4.500 til 5.000 tons um árið.