Skulu á hvítalista um hálvtannað ár

Føroyska altjóða skipaskrásetingin FAS, skal altjóða heimskortið og næsta ár skulu 100 skip verða í skipanini. Tað er eitt av mongum málum, sum ein arbeiðsbólkur hevur sett fyri FAS, nú hann hevur handað Johan Dahl, landsstýrismanni eina visjónsætlan fyri okkara sjóvinnu.

Í løtuni eru 47 skip í FAS og ætlanin er, at at sjóvinnan skal geva eitt munandi íkast til føroyska búskapin og tí skal skipanin mennast munandi.

Arbeiðsbólkurin sigur, at málið skal vera, at um hálvtannað ár, skulu 100 skip vera í FAS og tá skulu vit eisini vera komin upp á hvítalistan hjá altjóða Paris Mou felagsskapinum, sum hevur eftirlit við skipaflotanum.

Eitt annað mál er, at Føroyar skulu vera frammarlaga í arbeiðinum innan heilsu, umhvørvi og trygd á sjónum.

- FAS skipanin skal framhaldandi hava støðugar politiskar karmar at virka undir og harafturat skulu útbúgvingar- og skeiðstilboð dagførast og útbyggjast eftir tørvinum hjá sjóvinnuni og samfelagnum sum heild og tilgongdin til shipping- og sjóvinnuútbúgvingar skal tryggjast.

Harafturat skal sjóvinnan draga vitanartung arbeiðspláss til sín, har vælútbúgvin fólk og fólk við viðkomandi royndum fara at leita sær starv.

Og at enda verður sagt, at veitarar, reiðarí og onnur, ið hava virksemi og áhuga í sjóvinnu, skulu verða sjónligir og virknir viðspælarar í víðari menningini av føroyskum sjóvinnupolitikki.

Hóast málini kunnu tykjast stór og háfloygd, sigur arbeiðsbólkurin at tey eru veruleikakend ? men tað fáa vit so at vita um hálvtannað ár.