Skulu ikki flytast á størri pláss at teljast

Fólk á smáum valstøðum vilja varðveita valstaðið, og tey vilja sjálvi sleppa at telja atkvøðurnar

 

Atkvøður á teimum smáu valstøðunum, skulu ikki flytast á eitt størri valstøð at verða taldar. Tað heldur ein stórur meiriluti í Rættarnevndini hjá Løgtinginum. Í hesum meirilutanum eru bæði umboð fyri smgonguna, Sonja J. Jógvansdóttir, Kristin Michelsen, sum atkvøður frá máli til mál, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Tað er Helgi Abrahamsen, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at atkvøðurnar á valstøðum, har tað eru færri enn 200 veljarar, skulu flytast á eitt størri valstað at verða taldar saman við atkvøðunum har. Hetta er fyri at tryggja, at valið er loyniligt, tí hann heldur, at á teimum smáu valstøðunum er tað annars lætt at rokna út, hvør velur hvat.

 

Men samstundis sum meirilutin mælir frá at uppskotið verður samtykt, vilja tey hava landsstýrið at lýsa málið nærri saman við valgranskarum og løgfrøðingum. Í hesum sambandi halda tey eisini, at spurningurin um at lata fólk velja talgilt, eigur eisini at verða kannaður.

 

Tey halda, at tað er eisini neyðugt at hava í huga, at veljarar á nógvum av støðunum vilja varðveita sítt valstað og uppteljingina á staðnum. 

 

Tey hugsa eisini um, at slíkt greiningar arbeiðið eigur at hugsa um, hvussu tað verður lættari hjá sjófólkið, útisetum, og øðrum, sum eru burturstødd valdagin, at velja. Eitt nú halda tey, at lesandi útisetar eiga at kunna skráseta seg til løgtingsval, tá ið søkt verður um ferðastuðul frá Studna. 

 

Minnilutin í nevndini, Magnus Rasmussen og Edmund Joensen, vísa á, at talan er ikki um at niðurleggja nakað valstað, men einans at flyta atkvøðurnar.

 

– Veljast skal á vanliga valstaðnum, men tá ið valhølið letur aftur, skulu atkvøðurnar teljast upp á einum øðrum og størri valstaði fyri at tryggja, at valið er so loyniligt, sum tilber, siga teir. 

 

Teir vísa á, at tað er ikki av tilvild, at markið er sett við 200 veljarar, tí ein kanning, Almannamálaráðið vísti til í 2015, varð mett, at eitt valstað eigur at hava minst 150-200 atkvøður til løgtingsval fyri at tryggja at valið er loyniligt. 

 

Teir vísa eisini á, at nú á døgum er so gott ferðasambandi, at tað er einki til hindurs fyri at flyta atkvøðurnar.