Skulu ikki longur gjalda fyri at eiga barn í Føroyum

Reglurnar verða nú broyttar, soleiðis at tað, sum hendi í fjør, ikki skal henda aftur

Nú skulu reglurnar fyri, nær Landssjúkrahúsið skal taka pengar fyri at kvinnur eiga barn í Føroyum, broytast.

Tað er endamáli við eini kunngerð, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú fer at seta í gildi.

Í fjør hendi tað, at ein kvinna, sum er føroysk, men býr í Danmark, fekk eina rokning frá føroyska heilsuverkinum fyri at eiga barn í Føroyum. Tá varð upplýst, at rokningin var upp á 25.000 - 30.000 krónur.

Sum støðan er nú, kann ein kvinna, ið er lesandi uttanlands, koma til Føroyar at eiga barn, uttan at gjald verður kravt fyri hesa tænastu

Men í hesum føri var tað pápin, sum var lesandi og tí fekk kvinnan eina rokning frá heilsuverkinum fyri at eiga barn í Føroyum.

Men nú ætlar Kaj Leo Holm Johannesen at broyta reglurnar, soleiðis, at bara annað av foreldrunum er lesandi uttanlands, skal heilsuverkið ikki senda teimum roknin fyri at eiga barn í Føroyum.

– Endamálið við hesum er at javnseta menn og kvinnur, ið skulu gerast foreldur, sum vilja at barnið verður føtt í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.