Amerikanska fíggjarmálaráðið vil hava at vita, um fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Paul O'Neill hevur avdúkað loynilig skjøl í einari nýggjari bók, sum júst er komin út, og sum fer illa við George W. Bush, forseta.
Í einari samrøðu við sjónvarpið CBS seinasta sunnudag nevndi Paul O'Neill eitt loyniligt skjal í sambandi við bókina "The Price of Loyalty", sum tíðindamaðurin Ron Suskind hevur skrivað. Tað ljóðar, at fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin gav Ron Suskind umleið 19.000 ymisk skjøl, sum skuldu vísa, hvussu amerikanska stjórnarumsitingin arbeiðir. Í bókini sigur O'Neill millum annað, at George W. Bush, forseti, í veruleikanum hevði lagt ætlanir um at leypa á Irak, áðrenn yvirgangsmenn søktu at USA 11. september í 2001. Tað avsannaðu Hvótu Húsini mánadagin. Talsmaður forsetans segði, at forsetin hevði gjørt alt fyri at loysa Irak-kreppuna á ein friðarligan hátt.
Paul O'Neill var fíggjarmálaráðharri hjá Bush, men hann varð koyrdur frá, tá stjórnin varð umskipað í desember í 2002.