Skulu markera okkum

– Hóast Rumenia og Russland eru nógv tey bestu liðini í okkara bólki, hava vit sett okkum fyri, at vit skulu betra okkum, sammett við síðstu kapping. Tí er umráðandi, at vit fáa okkurt stig á heimavølli, sigur annar av U21-venjarunum, Heðin Askham

FÓTBÓLTUR

Nú fyrsti dysturin í einari nýggjari EM-undankapping verður spældur, er tað við bjartskygni og góðum vónum, at U21-landsliðið fer í holt við uppgávuna. Og liðið hevur kanska lagt eitt sindur av trýsti á seg sjálvt, tí tað hilnaðist so væl í síðstu kappingini, har tað bleiv til fýra stig og eitt pláss, sum ikki var tað aftasta.

Heldur ikki ræðir tað venjarar og spælarar, at hesin fyrsti dysturin verður spældur ímóti Rumenia, sum saman við Russlandi verður mett sum favorittur í bólkinum. Og Russland vitjar forrestin longu týskvøldið, so byrjanin hesa ferð er at meta sum ein elddópur.

– Vit hava hugt at dystinum millum Rumenia og Andorra, og har síggja vit, at rumenar eru spæla góðan, tekniskan fótbólt. Men tað undrar okkum, at teir satsa so nógv upp á langar bóltar og at teir leggja stóran dent á álopsspælið mitt fyri, sjálvt um teir hava øgiliga góðar menn úti í síðunum, sigur annar av U21-venjarunum, Heðin Askham.

– Eg vóni, at teir fara at spæla ímóti okkum upp á sama máta, sum teir spældu ímóti Andorra. Sjálvt um teir komu til nógvar kjansir, so føli eg, at tann spælihátturin hóskar sera væl til okkum, so halda teir seg til somu uppskrift, eru vit til reiðar at taka ímóti teimum.

Eru til reiðar

Heðin Askham sigur, at hann og Bill McLeod Jacobsen eisini eru sera spentir at síggja, hvat teir nógvu nýggju menninir í U21-hópinum kunnu avrika, og hóast stór útskifting hevur verið síðani síðstu undankapping, halda teir seg hava góða manning.

– Rumenia og Russland eru nógv tey bestu liðini í okkara bólki, men kortini hava vit sett okkum fyri, at vit skulu betra okkum, sammett við síðstu kapping. Tí er umráðandi fyri okkum, at vit fáa okkurt stig á heimavølli. Tað er her, at vit skulu markera okkum, sigur hann.

– Sjálvt um úrslitið av venjingardystinum ímóti A-landsliðnum var, at vit taptu, so fingu vit veruliga roynt okkurt av tí, vit skulu brúka ímóti rumenum, og serliga í fyrra hálvleiki kláraðu vit øgiliga væl at standa ímóti tí trýstinum, sum var. Hóast vit gjørdu níggju útskiftingar í seinna hálvleiki, sum broyttu spælið eitt sindur, fingu vit tað burturúr, sum ætlanin var við dystinum fyri okkara viðkomandi.