Fyri at minka um ferðina inni í bygdum øki, fer Hvalbiar kommuna nú at seta ávís ferðslutiltøk í verk, bæði í Sandvík og Hvalba.
Í Sandvík skal setast upp eitt stopp-skelti á niðara enda á Kirkjuvegi.
Her verður eisini eitt øki, har ein bert hevur loyvi til at koyra við avmarkaðari ferð - 30 km/t.
Í Hvalba verða tvey øki, har ein bert hevur loyvi at koyra við hesi ferðini.
Annað økið er inni í bygdini, meðan ein bert hevur loyvi at koyra 30 á Nesi.
Sagt verður, at henda broytingin kom í gildi 1. mars, ella so skjótt sum skeltini eru sett upp.