Klaksvíkingar hava skorað 26 mál, og tað er bara HB, sum oftari hevur fegnast um mál í ár. Men nógvu tær seinastu ferðirnar hevur tað verið soltið hjá klaksvíkingum. Síðani 5-2 heimasigurin ímóti 07 Vestur hevur KÍ spælt fimm dystir uttan at vinna. Fýra javnleikir og 2-0 tap á heimavølli ímóti B36 er úrtøkan, og tað verður ikki roknað at vera nóg mikið.
Eyðun Klakstein hevur síðstu stóru vikuna havt ábyrgdina av liðnum. Sunnudagin noyddist miðverjin Jógvan Isaksen at fara av vøllinum orsaka av skaða. Hann hevur ikki verið á vøllinum síðani. Tað hevur Heðin á Lakjuni heldur ikki. Ivasamt er, um teir vera førir fyri at spæla í Streymnesi sunnudagin.
Hjá EB/Streymi er verjukendi miðvallarin Arnar Dam leikbannaður. Ímóti Víkingi sá hann gult fyri fimtu ferð í ár. Stóri spurningurin er, hvussu tað verður við Arnbjørn Hansen. Hann spældi eina løtu ímóti Víkingi, og hann vísti, at hóast langan skaðasteðg bilar máltevinum einki. Hann verður við ímóti KÍ, men tað verður roknað lítið sannlíkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.
Rúni Nolsøe, EB/Streyma venjarin, var ikki nøgdur við leikliga avrikið ímóti Víkingi. Ímóti KÍ vil hann hava sínar menn at spæla nógv skjótari og málsøkið. Tá ið liðini hittust í Klaksvík í fimta umfari var úrslitið 1-1.