Skulu vaska talvuna

Eftir stórtapið fyri Lyn, skulu runavíkingar vaska talvuna móti EB/Streymi

Runavíkingar fingu av at vita hóskvøldið. Ikki færri enn seks ferðirnar mátti Jens Martin Knudsen í meskarnar eftir bóltinum, og hetta hevur hann neyvan roynt tey nógvu seinastu árini.
Tí er størsta avbjóðingin hjá NSÍ ivaleyst at reisa seg sálarliga, og í so máta kemur tað helst væl við, at dysturin móti EB/Streymi ikki verður fyrr enn mánakvøldið.
Annars eru allir mans tøkir hjá runavíkingunum. Einasta ivamálið er Ian Højgaard, sum hevur drigist við ein lærskaða seinastu tíðina. Hesin versnaði móti Lyn, og tí noyddist hann út í hálvleikinum, og so er spurningurin, hvussu væl heilsusektorurin hjá NSÍ arbeiðir við hesum.

Hjá EB/Streymi hevur kósin fyri tað mesta gingið uppeftir í ár, og nú hava teir møguleikan at koma heilt nær oddinum. Verður talan um trý stig mánakvøldið, so er liðið av álvara við í kappingini um inter-toto plássið, og tí er einki at ivast í, at farið verður eftir stigunum.
Tað er tó eitt álvarsligt skot fyri bógvin, at Sorin Anghel ikki er tøkur. Hann noyddist av vøllinum viði skaða móti FS Vágum, og líkt er til, at hesin í øllum førum heldur honum á beinkinum eina viku afturat.
Eisini Magni á Lakjuni hevur ein skaða at dragast við, men fríggjadagin varð tó roknað við, at hann verður førur fyri at spæla.