Tað vóru fleiri veitarar við KJ Hydraulik á odda, sum tóku sær av at dagføra Sildberan, áðrenn hann fór í regluliga sigling um Skúvoyarfjørð í endanum av august mánaði í ár.
Soleiðis, sum borgarstjórin í Skúvoyar kommunu, Harry Jensen, segði við in.fo í gjárkvøldið, eru skúvoyingar sera væl nøgdir við skipið, sum higartil hevur roynst væl á farleiðini.
Stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur A. Olsen, heldur eisini, at Sildberin er eitt gott skip.
- Skipið er ikki nýtt, men nógv er nýtt umborð. Motorarnir eru nýggir, og tað er ógvuliga týdningarmikið. Skipið hevur eisini fingið ein góðan krana á 6,5 tons, sum er ein stórur og góður krani hjá einum slíkum skipi at hava.
Ólavur A. Olsen sigur, at skrokkurin á Sildberanum er í góðum standi.
- Hóast dagføringar, er Sildberin framvegis ein betýðiliga bíligari bátur í dag enn ein slíkur bátur av somu stødd og við somu møguleikum hevði kostað at bygt, sigur stjórin.