Slóða fyri føroyskum fullveldi

Heidi Petersen
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflikkin
???????

Norðuratlantsbólkurin.
Tjóðveldisflokkurin hevur brotið upp úr nýggjum við at vera við at seta á stovn Norðuratlantsbólkin á fólkatingi. Við at finna saman í ein bólk, ber til at seta í gongd nógv og fjølbroytt upplýsingararbeiði.
Bólkurin kann sigast at hava brotið upp úr nýggjum. Umboðanin á fólkatingi er umdefinerað og hevur fingið nýggjan týdning, og kunna vit við fólkatingsumboðan okkara nú eisini slóða fyri føroyskum fullveldi.
Ikki kann sigast at nógv fekst av skafti hjá fólkatingsumboðunum hjá ABC flokkunum síð-ani 1998. 16 mál vóru reist av einum Javnaðarumboði, einum Fólkafloksumboðið og einum Sambandsumboðið í 6 ár. 2,6 mál pr. ár. Hetta eru tøl ið tala.
Síðani Norðuratlantsbólkurin var stovnaður í 2001 hevur hann lagt 66 mál fyri fólkatingið. Skipa fyri ráðstevnum, givið bøkur út, givið út ársfrágreiðing fyri Norðuratlantsbólkin, nýtt danskar fjølmiðlar fyri at styrkja um vitan og orðaskifti um Føroyar. Hildið fyrilestrar og kunnandi fundir um Føroyar og føroysk viðurskifti. Alt hetta er við at slóða fyri føroyskum fullveldi.

Tekniskt samstarv.
Vert er at gera vart við at Norðuratlantsbólkurin snýr seg um eitt sokallað tekniskt samstarv, har samstarvið gevur møguleika fyri, sambært avtalu millum partarnar, veruliga at føra politiskt upplýsingararbeiðið um Føroyar og Grønland, og tryggja at føroyska fólkatingsumboðanin ikki gerst atkvøðuneyt í donskum flokki, men hetta merkir ikki at føroyingar og grønlendingar skulu vera samdir í øllum politiskum málum. Har stendur hvør fólkatingalimur fríur.
So tað sum fólkaflokkurin førir fram um at við Norðuratlantsbólkinum verður føroyska fullveldiskósin tengd saman við Grønlendska heimastýrinum, er beinleiðis ein mis-skiljing ella ein vantandi fatan av hvat eitt tekn-iskt samstarv snýr seg um.

Rumbul ella úrslit?
Tað hinir flokkarnir skíra sum rumbul, kalla vit úrslit. Og tey eru ítøkilig, kunnu skjalprógvast og síggjast aftur í útgávum, ráðstevnum, kanningum og reistum málum á fólkatingi.
Men eisini ítøkilig mál, sum at fáa innlit í frágreiðingarnar hjá fíggjareftirlitinum, var reist av Norðuratlantsbólkinum, sum eitt uppskot til samtyktar á fólkatingi, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur síðani reist málið yvirfyri danska ráðharranum.
Norðuratlantsbólkurin hevur skapt nýggjar møguleikar fyri at innflyta og selja føroyskan mat í Danmark.
Fingið Danmark at broyta støðu til frama fyri Føroyar og Grønland tá Danmark atkvøður um hvalaveiðu á altjóða fundum.
Veitt nógvum føroyingum, sum vóru komnir tvørt fyri, eina hjálpandi hond. Sýnt nógvum ungum føroyingum álit og givið teimum spennandi og mennandi avbjóðingar. Knýtt sambond við og lært av royndum hjá statsleysum europeiskum tjóðum.
Hetta er tað sum aðrir flokkar skíra sum rumbul, men sum eftir okkara fatan er politiskt arbeiði, sum alt hevur givið ítøkilig úrslit. Og hesum arbeiði er Tjóðveldisflokkurin errin av at kunna halda fram við um veljarin setir
X við E 8. februar.