Ein av føroysku fyritøkunum, sum verður við á TACC08 ráðstevnuni er Decision 3. Sosialurin hevur verið á gátt hjá nýggju føroysku fyritøkuni, sum fyri stuttum undirskrivaði sáttmála við stóra danska reiðaríðið, Norden.
Tað er einki skilti uttanfyri, sum sigur at her heldur ein spennandi granskingarfyritøka til. Inngongdin er væl fjald á ovasta trini á nøkrum væl fjaldum bakgarðstrappum í miðbýnum í Havn.
Ein passandi fasada fyri eina fyritøku, sum má halda sína gransking so dulda sum møguligt fyri at tryggja, at eingin annar fer avstað við produktinum.
- Vit fáa ikki greitt frá í smálutum hvussu skipanin virkar, fyrr enn greiða er fingin á ymsum spurningum viðvíkjandi rættindum, sigur Dánjal Jákup Jacobsen, sum er stjóri í fyritøkuni, Decision3. Teir eru tríggir eigarar, Dánjal Jákup Jacobsen, M.Sc., Phd í anvendt matematik, Jóan Petur Petersen, M.Sc. í informatikki, og Ólavur Simonsen, B.Sc. í telduvísund.
Men teir tríggir seta seg tó niður og geva eitt lítið innlit í grønu skipanina, sum kann geva skipavinnuni stórar oljusparingar.
Skipanin, sum teir hava ment, eitur GreenSteam – Grøn framferð.
- Hetta er ein decision-support skipan, ella ein stuðul til rættar avgerðir, greiðir Dánjal Jákup Jacobsen frá. Við skipanini fær skiparin vitan frá ymiskum mátitólum, sum geva honum møguleika at tillaga skipið til umstøðurnar, soleiðis at oljunýtslan kann setast niður.
Hetta ljóðar einfalt, men er ein nýggj slóbrótandi skipan, sum eingin annar hevur ment fyrr. Tí hevur fyritøkan vakt altjóða ans. Avtala er gjørd við stóra danska reiðaríið, Norden, um at royndarkoyra skipanina í nýggjum skipum hjá reiðarínum, og útlendskir íleggjarar hava eisini víst áhuga at seta pengar í felagið.
Frá hugskot til skipan
Spírin til hesa væleydnaðu føroysku granskingarætlan var ein lítil spurningur frá einum forvitnum pápa. Ólavur Simonsen greiðir frá:
- Eg las á setrinum tá, og vit gjørdu eina verkætlan, har vit brúktu ultraljóð at máta stuttar avstandir. Pápi er skipari, og ein dagin spurdi hann meg, um tað ikki bar til at brúka hetta til at mátta hvussu langt niður skipið stakk. Hann var vanur at hava fólk umborð, sum mátaðu við centirmeturmáli, og hann helt, at hetta átti at verðið gjørt snildari.
Ólavur Simonsen sigur, at hann helt hetta vera eitt spennandi hugskot, men verkætlanin varð ikki til meira, tí hann fór í starv hjá Landsbyggifelagnum. Men seinni fekk hann samband við nakrar íslendingar, sum tókust við mátingum umborð á skipum, og felagið Marorka Føroyar varð sett á stovn.
- Eg fann út av, at tað skuldi nógv programmering til, og tí ringdi eg til Jóhan Petur Petersen, vit kendust frá setrinum. Seinni fingu vit samband við Dánjal Jákup Jacobsen, sum er serkønur innan matematiska modelering.
- Matematisk modelering finnur mynstur í mátingum - hon skilur so at siga sannleikan aftanfyri tilfeldigheitirnar, sigur Dánjal Jákup Jacobsen, sum er ph.d í anvendt matematik.
Frá gransking til vinnu
Teir tríggir granskararnir valdu fyri einum ári síðani at yvirtaka felagið frá íslendingunum og Landsbyggifelagnum.
- Okkara visiónir passaðu ikki saman við ætlanunum hjá íslendingunum, og tí valdu vit at fara hvør til sítt. Vit yvirtóku felagið og broyttu navn til Decision3.
Men tað snýr seg ikki bara um at menna, marknaðarføring skal eisini til, og hóast felagið fær hjálp frá Kleking (Samvit) til hølir og bókhald, so hava menninir handan Decision3 eisini sjálvir funnið sær føroyskar og útlendskar samstarvspartnarar.
- Okkara royndir við Smyrli, har vit hava royndarkoyrt GreenSteam, vísa, at Smyril tildømis kann spara um eina millión krónur um ári í olju, um teir keypa okkara skipan. So tað eru heilt avgjørt góð útlit fyri skipanina.
Í løtuni eru teir í ferð við at umhugsa víðari fígging. Teir hava søkt stuðul úr granskingargrunnum, og bæði føroyskir og útlendskir íleggjarar hava víst áhuga.
- Vit leita eisini eftir einum góðum skipselektrikara, og skjótt skulu vit nokk eisini seta sølufólk. So framtíðin sær grøn út, sigur granskarin og stjórin á føroysku fyritøkuni, sum verður ein av slóbrótandi grønu fyritøkunum á altjóða ráðstevnuni TACC 08 í apríl.