Slóðbrótandi íverksetan í Stranda Skúla

Í hesari vikuni hevur Stranda skúli havt serligar vinnudagar, sum vórðu skipaðir í samstarvi við Íverksetarahúsið. Teir yngstu næmingarnir arbeiddu við málningalist, 3.- 6. flokkur vitjaðu úti og arbeiddu á 6 ymiskum virkjum meðan framhaldsdeildin kappaðist um at skapa ta mest áhugaverdu íverksetaraætlanina.

Hugflognum bagdi einki, og hugskotið hjá vinnandi bólkinum vóru einar undirbuksur, sum tú kanst lata teg úr í einum taki.

Íverksetarahúsið sigur, at Føroyar hava brúk fyri fleiri íverksetum - og fleiri góðum íverksetum. Tað kemur at vera ein avgerandi faktorur, um vit skulu síggja ein sterkan búskap í framtíðini. Uppá stutt sikt kunnu vit styrkja íverksetanina við betri fíggjarmøguleikum og góðari ráðgeving. Upp á eitt sindur longri sikt er neyðugt at gera íløgur í eitt nýtt ættarlið av potentiellum íverksetum, við at fáa íverksetan inn í fólkaskúlan, sigur Íverksetarahúsið.

Í sambandi við vinnuvikuna vitjaðu næmingarnir fleiri vinnuvirkir. Virkini sum næmingarnir vitjaðu vóru: Vaðhorn, El-Service, Teymavirkið, Føroya Bjór, Smoltstøðin í Glyvradali, Fróði Danielsen, timburmaður, Bakaríið á Skála, Hoyrnin, Navia á Toftum, Tavan í Lorvík og Kemilux.

Íverksetarahúsið sigur tað vera hugaligt, at vinnuvirkini tóku so væl undir við tiltakinum, og at tað fer at verða munandi lættari at gjøgnumføra slík átøk á øðrum skúlum, har áhugi er fyri tí.

Fyrireikarnir av evnisvikuni, Sverri Kass og Ragnar Danielsen, siga, at evnisvikan gekk framúr væl og at ætlanin við at lata vinnulívsheimin, sum fyri næmingunum í fólkaskúlanum í flestu førum er ein ókend verð, upp við øllum teimum møguleikum, har finnast, eydnaðist til fullnar