Undanfarnu fimm árini hevur Norðurlandaráðið latið eina Náttúru- og Umhvørvisvirðisløn. Virðislønin, ið er á 350.000 krónur, verður latin einum privatum ella almennum virki, bólki ella persóni, sum hevur tikið eitt serlig stig innan náttúru- og umhvørvisvernd. Í ár verður virðislønin latin einum lokalsamfelag, ið ger tað besta Agenda 21- arbeiðið, serliga við atliti til breidd og sakliga dygd, íroknað lýsingar av avleiðingum og luttøku.
Norðurlendska samstarvið hevur frá byrjan gjørt eitt stórt umhvørvispolitiskt arbeiði í Norðurlondum og nærumhvørvinum. Ein umhvørvisætlan er fyri langari tíð síðani samtykt, og grøni umhvørvissvanin er longu innarbeitt sum eitt súmbol fyri norðurlendskt umhvørvisarbeiði um øll Norðurlond.
Norðurlondini stríðast av øllum alvi fyri einum betri umhvørvi í Eystursjónum, tey seta umhvørvistrupulleikarnar í Arktis á dagskránna, og tey eru virkin farin inn í at hjálpa russum við at basa ógvusligu dálkingina av umhvørvinum, sum síggjast í Barentshavinum og í sambandi við kjarnorkuverkini. Umhvørvið var eisini evnið á eini ráðstevnu, sum Norðurlandaráðið helt í fjør, sum uppfylging av Kyoto-toppfundinum.
Í 1995 var Náttúru- og umhvørvisvirðislønin latin Torleif Ingelög, lívfrøðingi. Í 1996 var tað Inuit Circumpolar Conference, ið er ein grønlendskur umhvørvisstovnur, ið fekk virðislønina, og í 1997 var tað Instituttet for Produktudvikling (IPU). Í fjør var tað verkætlanin Jarðvegsvernd við leiðaranum Ólafur Arndal, ið fekk virðislønina.
Tey, ið hava uppskot til ein móttakara av hesi virðisløn, skulu venda sær til skrivstovuna hjá Norðurlandaráðnum við eini grundgeving áðrenn 28. mai. Øll kunnu vera við til at skjóta evni upp. Virðislønin verður latin á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Stockhólmi 8. november í ár.