Í summar hevur italska oyggin Sisilia verið plágað av óvanliga nógvum eldum. Nú hevur italska løgreglan handtikið 15 sløkkiliðsmenn, tí teir eru undir illgruna fyri at hava sett eld á, fyri at sleppa til arbeiðis.
Orsøkin er, at teir fáa eitt størri lønarískoyti, tá ið teir verða innkallaðir til neyðstøður. Lokala sløkkiliðið í Sisilia gjørdist varugt við óvanliga talið av eldum, har teir 15 menninir allir vórðu boðsendir, tí teir høvdu vakt hesar løtur.
Sløkkiliðið á oynni setti tí eina kanning í verk. Umframt at verða undir illgruna fyri at hava sett eld á sjálvir, eru teir eisini undir illgruna fyri at hava falskað neyðarkall til løgregluna.
Sløkkiliðsmenninir høvdu ein sáttmála, sum segði, at teir fingið áleið 10 evrur meira um tíman, tá ið teir vórðu tilkallaðir til neyðstøður.
/ritzau/AFP