Sløkkir fyri Føroyum

Á Fossáverkinum verður sløkt og tendrað fyri streyminum í Føroyum. Regnar tað ikki næstu vikuna, so verður bølamyrkt kring landið

STREYMSLIT

 
Faksið frá Klæmint Weihe liggur á borðinum. Hann stendur greitt, hvørjar støðir skulu sløkkjast fyri hjá SEV hendan vakra mánamorgunin, tá føroyingar av álvara fara at merkja, at maskinmeistarar og landsins myndugleikar ikki sita so væl um sátt.
Kanska ikki serliga óvæntað snýr prátið í stóran mun um leiklutin hjá landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, sum býr skamt frá streymverkinum.
Men gjørt er gjørt, og nú skal sløkkjast.
Longu tíðliga um morgunin varð Eysturoyggin skerd fyri elorku, og klokkan tíggju stundisliga varð farið undir at sløkkja fyri veitingini til høvuðsstaðin og Suðurstreymoy.
-        Vit taka sentrum fyrst, ger Hjalmar Norðberg Poulsen greitt, tá hann fer undir við músini at sløkkja fyri streyminum í høvuðsstaðnum og geva eysturoyingum streym aftur. Eftir eitt lítið korter er sløkt í Suðurstreymoy, og fólk í Eysturoynni kunnu aftur seta ketilin útá.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Regnið avgerandi
Tað er ikki fyri stuttleikar, at tey á Fossáverkinum hava sett seg niður at sløkkja heldur enn at framleiða við fullari megi og geva fólki neyðuga streymin. Burtursæð frá Sandoynni og Suðuroynni eru føroyingar nú noyddir at dúvað upp á vatnorku. Størsta orkukeldan av hesum slag er í Vestmanna, og tað er eisini av skrivstovuni í Vestmanna, at miðstøðin fyri føroysku orkuveitingina er.
SEV megnar ikki at veita streym til fulla nýtslu. Tí verður orkan sett niður til eini 19 Megawatt. Eini 30 megawatt eru neyðug, tá nýtslan ? vinnuligt og privat ? er upp á sítt mesta.
Vatnorkan er ikki óavmarkað. Nýtslan og regnið næstu dagarnar eru avgerandi fyri, hvussu nógvur streymur er eftir til størsta partin av landinum.
- Regnar tað ikki næstu sjey dagarnar, so eru uppi. Annars kunnu vit í mesta lagi klára einar tríggjar vikur við at bróta av sum nú, sigur Hjalmar N. Poulsen.
- Fólk verða noydd at spara streym. Tað er einki at gera við tað, verður sagt av Fossáverkinum.