Allan hendan mánaðan hevur slættijarnið, sum er sterkt ljósareytt, verið til sølu í hárfríðkanarstovum, ið selja merkið ghd.
Av hvørjum seldum ljósareyðum slættijarni í Føroyum, fara 110 kr. til Føroya Felag móti Krabbameini, og peningurin fer óskerdur til arbeiðið ímóti bróstkrabba.