SL vil hava trygd fyri trygdini

Strandfaraskip Landsins vilja hava Skipaeftirlitið at kanna trygdina umborð á øllum strandfaraskipum

 

Strandfaraskip Landsins taka atfinningar ímóti trygdini umborð á strandfaraskipum í stórum álvara, og tí fer stovnurin nú at biðja Skipaeftirlitið kanna trygdina umborð á øllum strandfaraskipum.

Hetta sigur Strandferðslan seg gera, eftir at løgtingskvinnan, Rúna Sivertsen, hevur reist ivaspurningar um viðurskiftini umborð á Dúgvuni.

Strandferðslan sigur seg verða undir strongum eftirliti av Skipaeftirlitinu og lýkur øll altjóða krøv um tryggan rakstur av ferðamannaskipum, men hóast hetta verða framhaldandi ivaspurningar reistir um trygdina.


Alt skal kannast

? Hvørki ferðafólk, Strandferðslan ella Skipaeftirlitið kunnu liva við, at ivaspurningar verða reistir um trygdina umborð á skipunum, sigur Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Strandfaraskip Landsins ætla at fáa Skipaeftirlitið at kanna allar trygdarmannagongdir umborð á strandfaraskipunum. Um tað er neyðugt, skulu mannagongdir broytast.

Skipaeftirlitið skal eisini vísa á møguleikar fyri um- ella útbygging á landi ella umborð, og kemur eftirlitið fram á annað av týdningi, skal tað eisini takast við.