Ásla úr Sumba: Maðurin var við í uppruddingini eftir jødatýningina

Vit hava hitt Áslu úr Sumba, sum var ein av føroysku gentunum, sum giftist við bretsk­um hermanni eftir kríggið. Stan kom at uppliva alt frá friðin í Akrabergi til D-dagin og upprudding í týskari týningarlegu

Ein partur av okkara samleika er allar tær føroyslu kvinnurnar, sum giftust við bretskum her­monnum, sum tær hittu her undir krígnum.

Summar teirra vóru eftir í Før­oyum við sínum monnum, men tær flestu fluttu við teimum til Bretlands.

Yvirhøvur komu tær væl fyri, og nógvar hava við monnum og eisini børnum vitjað aftur til Føroyar, og hetta hevur skapað eitt serligt samband millum londini bæði.

Nú fer so at minka nakað væl burturav hesum parti av okkara søgu. Men fleiri eru enn væl fyri, so væl at tey framvegis koma higar á vitjan. Vit hava havt fleiri frásagnir um hesar hermenn og teirra konur.

Nú um dagarnar hittu vit eina av hesum. Hetta var Ásla Scaggs. Hóast hon hevur nógv til felags við aðrar hermannakonur, so hev­ur hon eisini sína serligu søgu.

Ásla er fødd í 1925 og verður 84 ár í oktober. Hon tykist at vera sera væl fyri. Tað hoyrist næst­an ikki á henni, at hon ikki hev­ur búð í Føroyum í gott 60 ár. Ásla dugur eisini væl at greiða frá.

Hon var í Føroyum í samband við gullbrúðleyp hjá Áslu og systir­soni hennara Jógvan Joen­sen í Havn.

Nú hon er í Føroyum nýtir hon eisini høvið at vitjað onnur skyld­fólk. Hon hevur verið í Suðuroy, í Sumba og Tvøroyri

Úr Havn fór hon inn á Strendur at vitja eina aðra systirdóttir. Í Eysturoynni hevur hon vitjað onnur skyldfólk í Lorvík og Fugla­firði.

Stan kom at takka fyri hjálpina og ferdugt var

Lagnan hjá Áslu gjørdist, at tað vóru 15 bretskir hermenn frá Royal Air Force, sum høvdu í Akrabergi. Hetta var ein týðandi viti, sum onkuntið varð álopin av týskum flogførum. Her bar jú væl til at eygleiða tað, sum hendi á sjónum sunnanfyri Føroyar, so ávarast kundi um vandar haðani. Hesir hermenn komu at búgva privat í teimum trimum starvs­fólkahúsunum í Akrabyrgi. Men her vóru eisini barakkir.

Ásla hevði annars sum heilt ung verið í Havn, har hon hevði tænt hjá Debes Christiansen við Landavegin. Men nú var hon so komin aftur til Sumbiar. For­eldrini vóru Margretha og Óli Kjærbæk. Tey vóru sjey systkin í alt. Ásla var yngst, og er nú einsamøll eft­ir. Hini vóru Sverri, Sigrid, Amanda, Meta, Óla Svend og Hjart­vard.

Í 1943 kemur Stanley Charles, vanliga kallaður Stan, sum blað­ungur hermaður til Akraberg. Hann arbeiddi vanliga sum bil­­­­førari hjá flogvápninum. Stan hevði annars fyrst havt støð í Vág­­um, men varð so sendur til Akra­berg.

Tað var ikki koyrandi mill­um Sumba og Akraberg, tí mátti gang­­ast í millum. Var nakar førn­ingur, vað hann vanliga borin.

Tá ið Stan og felagar komu við viðførinum til Sumbiar var kavi og ringt gongi. Men sumb­ingar vóru hjálpsamir. Tá vóru tveir brøður hjá Áslu, sum hjálpti teimum at bera viðførið til Akraberg. Dagin eftir fóru hermenninir aftur til Sumbiar at takka fyri hjálpina, og teir spurdi eftir, hvar hesir beiggjarnir búðu.

Við sær høvdu teir sjokolátu og annað forkunnugt góðgæti. Teir verða vístir á húsini, og her hitta teir so hesa ungu Áslu. Hvat ið var ella ikki, men tey bæði Stan og Ásla falla fyri hvørjum øðrum. Meira romantiskt kundi tað ikki vera!

Hetta var nú ikki bert sum at siga tað. Ásla var sera ung, nóg illa 18 ára gomul. Pápanum og beiggjunum dámdi tað einki, at hon skuldu binda ann við ein fremmandan hermann, men mamm­an stuðlaði henni alla tíðina. Seinni komu mannfólkini eisini í teirra part! Tað verður annars eisini tikið til, hvussu góð Ásla var fyri síni foreldur.

Olivia fekk eisini mann í Akrabergi

Her kann verða nevnt, at Ásla var ikki tann einasta gentan, sum fekk mann í Akrabyrgi. Ein onn­ur var Olivia, dóttir Fíu og vita­passaran Jens Berg. Ein av her­monnunum var Arthur Renshaw, sum kom at búgva heima hjá Jens. Tað hendi tó einki í fyrsta umfari, men seinni kom Arthur aftur í samband við Oliviu, og tey giftust eftir kríggið í Akra­bergi. Tey flutti til Bretland. Arthur er deyður, men Olivia livir enn, nærum 85 ára gomul.

Tað hoyrir eisini við til krígssøg­una hjá Akrabergi, at ein drongur úr Akrabyrgi fór til Danmarkar áðrenn kríggið og ikki slapp heim aftur.

Ein dagin hoyra foreldrini hjá honum í danska útvarpinum, at hann var deyður við Leningrad. Tá var tað hent, at hann hevði verið lokkaður upp í Frikorps Dan­mark, sum var eitt danskt her­lið, sum bardist saman við týsk­arum. Hetta gjørdist hansara bani.

Var við D-dagin

Kærleikin hjá Áslu og Stan skuldi so standa sína roynd! Tað kom hon eisini, tí tíðin í Akra­bergi gjørdist ikki drúgv. Tað var meira at gera fyri bretsku her­monnunum aðra staðni á víg­vøllinum enn her.

Stan fer so avstað aftur. Eina­ferð kemur hann aftur ein mán­aða í september/oktober 1943, men tá sleppur hann ikki longur enn í Vágar, sum var høvuðs­støð­in hjá bretsku hermonnunum, og har skuldi hann vera. Stan slapp ikki av oynni at vitja gent­una í Suðuroy.

Hon slapp heldur ikki at vitja í Vágum, sum var avbyrgd, og tað kravdist eitt serligt pass at koma tann vegin. Og tað fekk ikki hvør sum helst.

Men bjargingin var, at mamma Áslu var ættað úr Vágum. Tess­vegna kundi hon fáa pass til tær báðar, og sloppið var.

Men støðgurin í Føroyum var ikki langur. Aftur mátti Stan fara avstað aftur, men hesa ferð varð tað til nakað so álvarsamt sum D-dagin, sum stóð fyri framman.

Nú vóru týskarar so mikið viknaðir, at tíðin var komin hjá teimum sameindu at gera innrás í Europa. Hetta byrjaði tann 6. Juni 1944, tá ið ein stórur floti av skipum førdi ein heilan her yvir á europeiska meginlandið at berja týska herin niður.

Tað hevur annars júst verið hátíðarhald á staðnum í Frak­landi, har innrásin var, í samband við 65 ára dagin fyri hesa hend­ing. Sjálvur Obama forseti var við.

Tað eydnaðist her at lumpa týskarar og at taka teir á bóli, tí teir væntaðu innrásina eina aðra staðni.

Stan var við í tí sum kallaðist D-day 2, sum var 7. Juni, dagin efti fyrsta D-dagin. Hann var tískil við í teirri endaligu niður­berjingini av Týsklandi, har vestanveldini undir framvegis stórari týskari mótstøðu bardu seg eystureftir, meðan sovjetiski herurin troðkaði seg fram eystani frá.

Tað var ikki tespuligt hjá hesum hermonnum. Deildin hjá Stan kom fram á kz-legur á leiðini til Berlin, har lík lógu í hópatali í rúgvum.

Uppgávan var so at fáa hesi lík av vegnum. Hetta var sera óhugnaligt, og hetta hevur Ásla eisini sæð á filmi. Tástani kom rættuliga fram hvussu ræðuligt nasistýrið hevði verið. Eisini skuldu tey hjálpast, sum enn vóru á lívi í hesum legum.

Bardagin endaði, tá ið sovjet­iski herurin tók Berlin og Hitler beindi fyri sær.

Aftaná komu teir sameindu, Sovjet, USA, Frankaríki og Bret­land í eini skiftistíð at býta bæði Týskland og Berlin millum sín.

Stan kom tískil at hava støð í bretska partinum av Berlin, har tað nú var ein stór uppgáva at fáa býin at virka aftur. Stan arbeiddi sum ambulansuførari.

Hann kom væl frá sjálvum krígnum, men nú kemur hann út fyri einum granatálopi, sum gav honum eitt sokallað granat­sjokki. Tann felagin, sum Stan var saman við, doyði av hesum álopi. Hetta var ein ógvuslig uppliving og gjørdi Stan sjúkan í fleiri ár. Hann misti eisini minnið, og hetta var sjálvsagt eitt rættuligt bakkast eisini fyri familjuna.

Stan misti minnið til hann sá Áslu

Heima bíðar Ásla tolin og við spenningi um tað, sum gongur fyri seg í Europa. Tað vóru framvegis harðir bardagar við nógvum falnum, so ein kundi ikki kenna seg vísan í, at alt hetta fór at spæla væl av.

Men nú er so kríggið liðugt, og tað ber til at fara at hugsa um framtíðina. Tað kundi tó ikki loypast avstað fyrr enn viður­skiftini vóru nakað avklárað. Støðan hjá Stan bøtti heldur ikki um.

Systirin Meta var eisini blivin gift við einum enskum hermanni, Rex, sum var stationeraður í Havn.

Tey fluttu longu í 1943 til Ong­lands, og tey búðu í Sout­hampton út móti Ermasundi. Tey fingu eina dóttir sum doyði ung barnleys.

Tá nakað var fráliðið frá krígs­lok fór Ásla í 1947 til Metu at vera. Her arbeiddi hon á einu­m sjúkrahúsi við matgerð, sum hon er so ófør til.

Tað var tó ein serlig orsøk til, at foreldrini hjá Stan vildu hava hana at koma. Stan hevði framvegis trupulleikar at fáa minnið aftur, og hetta ørkymlaði sjálvandi foreldrini. Kanska kundi tað hjálpa, um hann sá Áslu. Tað var júst tað sum hendi. Fyrst hann sá hana, byrjaði hann at rakna við, og tað var skjótt, at hann var komin fullkomiliga fyri seg.

Tey giftust í 1951 og komu at búgva beint við hjá verforeldr­unum. Tey vóru sjálvsagt sera takksom fyri, at Stan á hendan hátt hevði fingið minnið aftur.

Stan arbeiddi í Southend í fyritøkuni hjá pápa sínum, sum átti 23 lastbilar. Upprunaliga hevði fyritøkan bert hestavognar, og teir fingu tann fyrsta lastbilin í býnum.

Her kom ein rættilig broyting í, tá ið javnaðarflokkurin Labour vann fyrsta parlamentvalið eftir kríggið. Tá vóru sosialistar framvegis sosialistar, og teir tjóðartóku fyritøkuna. Stan slapp so at gerast almennur stjóri í “síni” fyritøku.

Southend er nakað sunnafyri London. Tað var tískil ikki so langt millum báðar systrarnar. Tær kundu tí síggjast javnan. Nú eru bæði systirin og maðurin deyð.

Ásla letur sera væl at, hvussu gott hon hevur havt tað í Onglandi. Hon var sera væl móttikin av foreldrunum hjá Stan.

Stan og Ásla fingu tvær døtur, Marina og Sharon, og tær eiga hvør sín son.

Hevur upplivað Mugabe

Føroyingar hevur Ásla ikki sæð nógv til. Eingin býr á teirra leiðum. Tey fyrstu árini plagdu hermenn og teirra føroysku konur hittast eina ferð árliga í London. Men tá ið tað fór at minka burtur av, helt hetta uppat.

Dóttirin Marina og maðurin fóru á ungum árum til Zimbab­we. Hetta var longu, meðan tey hvítu við Ian Smith høvdu valdið har.

Stan og Ásla hava tískil fleiri ferðir verið í Zimbabwe. Tey hava eisini búð har eitt ár í 1987/88. Zimbabwe var tá eitt tað fremsta land í Afrika. Ásla tekur eisini til, hvussu gott tað var at vera har. Her var eisini sera vakurt.

Robert Mugabe varð eisini fyrstu árini roknaður sum ein trygd fyri, at hetta kundi halda áfram. Men so skuldu ikki vera. Hann hevur snøgt sagt oyðilagt landið, so tað er farið á ørmundarhús.

Marina kom heim aftur í 1989, tá ið viðurskifti gjørdust so ótrygg, og nú arbeiðir hon sum løgfrøðingur í London. Hon og sonurin búgva inni hjá Áslu.

Hin dóttirin Sharon er leiðari á eini sjúkrahúsdeild, har sjúk­lingarnir bert eru innlagdir um dagin. Tey búgva einar 10 minuttir við bili frá Áslu. Tað kann sigast, at hon hevur øll síni um seg.

Tey fyrstu nógvu árini var tað sera trupult at ferðast millum Føroyar og Bretland. Nógvar konur plagdu at fara heim við fiskiskipum, sum komu til Bretlands at landa fisk.

Ásla plagdi onkuntíð at fara við flogfari til Danmarkar og so við skipi til Føroyar. Men Stan vildi ikki sigla. So hann kom ikki fyrr enn Icelandair fór at flúgva í 1963. Honum dámdi sera væl í Føroyum, og tað gjørdi Rex eisini.

Tey hava verið nógv í Føroy­um, og ættin í Føroyum hevur eisini vitjað tey. Tey láta sera væl at blíðskapinum. Tey taka til, at Ásla er eitt framúr gott fólk. Hon hevur eisini eitt lætt sinnalag, og hevur lætt við at koma í samband við fólk. Sigast kann eisini, at fremsta eyðkenni fyri Áslu er trúfesti.

Stan doyði í 1996. Ásla letur at, at tað er gott at vera gamal í Bretland. Umframt vanligu pensjónina fær hon bæði eina persónliga pensjón og pensjón eftir Stan.

Ásla er nú farin heim aftur. Hon sigur hetta vera hennara seinastu ferð til Føroyar. Men so væl fyri, hon er, er tað als ikk givið!

Vit takka henni fyri prátið og senda henni eisini eina heilsan.