Hondbóltur
Fyri aðru ferð í hálvtannað ár hevur íslendska manslandsliðið í hondbólti tryggjað sær pláss í einari hálvfinalu í einum endaspæli.
Ísland vann 35-34 á Noregi, aftaná at hava verið á odda 18-16 í steðginum. Norðmenn stríddust væl, og sigurin hjá íslendingum var ikki vísur, fyrr enn seinasta bríkslið hevði ljóðað. Sponsku dómarnir vóru rættiliga nógv úti um seg við útvísingum í fyrra hálvleiki, og tá lá heldur frægari fyri hjá Ìslandi at gagnnýta yvirtalsstøðurnar.
Arnór Atlason gjørdist stóra hetjan hjá íslendingum við 10 málum. Við íslendska Morgunblaðið segði Arnór Atlason aftaná dystin:
- Eg eri væl nøgdur við at kunna gera mítt fyri at hjálpa liðnum, og tað var stuttligt at raka málið so væl í einum so týdningarmiklum dysti fyri okkum, Norðmennirnir royndu at mansverja Ólaf Stefánsson, og tað gav mær betri pláss til at skjóta.
Og sigast má, at Arnór Atlason rakti væl, tí hann fekk 10 mál í 12 skotroyndum. Arnór Atlason kennir eisini væl norska málverjan, Steinar Ege, sum eisini spælir við FCK í Danmark.
– Vit eru enn uttan tap í hesari kappingini, og tað ynska vit at halda fram við. Vit vilja sjálvsagt vinna EM-gull. Vit eru í hesari kappingini fyri at vinna gull.
Snorri Steinn Guðjónsson staðfesti eisini fyri danska TV2, at hann ætlar ikki at verða nøgdur við bara at røkka hálvfinaluni. Tað verður kortini ein sera strævin hálvfinala hjá Íslandi, tí hon verður ímóti Fraklandi, sum ongar trupuleikar hevði við Íslandi í tí olympisku finaluni í 2008.
Hondbóltsserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein segði við Rás2, at Pólland við sínum skjúttum úti frá hevði passað betri sum mótstøðulið hjá Ìslandi. Hálvfinalan millum Frakland og Ísland byrjar leygardagin klokkan 15.30.
Kroatia var betri
Danmark tapti 23-27 til Kroatia. Kroatia var á odda 14-11 í steðginum. Danmark byrjaði annars dystin væl, og legði seg á odda 3-1 og 6-4, men eitt korter var farið kom Kroatia í gongd, og tá gekk tað bara ein veg. Kroatia kom á odda, og teir sleptu ikki leiðsluni. Danmark kom á 19-21 og 21-23, men nærri komu danir ikki. Teir brendu fleiri brotskøst, og vengurnir hjá Danmark fingu syndarliga lítið burtur úr.
Stóra hetjan hjá Kroatia var málverjin, Mirki Alilovic, sum næstan tók pippið av danskarunum.
Úrslitið merkir, at Kroatia skal spæla hálvfinalu ímóti Póllandi leygardagin, meðan Danmark skal spæla ímóti Spania um 5. og 6. plássið.
Hetta er fyrstu síðani 2000, at Danmark ikki skal um heiðursmerki í einum EM-endaspæli. Ulrik Wilbek og donsku spælarnir viðgingu blankt yvirfyri danska TV2 aftaná dystin, at í løtuni hoyra Danmark ikki millum fýra tey bestu liðini í Europa.
Kroatia møtir Póllandi í hálvfinaluni. Tann dysturin byrjar leygardagin klokkan 13. Pólland tapti greitt 24-29 til Frakland, og tí duttu teir aftur á annað plássið í millumbólki 2.