Ìsland hevur eina bjarta framtíð

Hondbóltsserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum heldur, at Ìsland eisini verður eitt lið ein kann rokna við í framtíðini. Svein Rógvi Nielsen Ljósstein væntar tó, at Frakland fer at verða tann stóri valdsfaktorurin, ið hvussu er fram til OL-endaspælið í 2012

Hondbóltur

Framtíðin hjá Íslandi á altjóða hondbóltspallinum sær bjørt út. Hondbóltsserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Svein Rógvi Nielsen er ivaleysur í sínari meting. – Tað er ikki rætt at blíva við at tosa um íslendsku avrikini, sum brøgd. Teir hava eitt framúrskarandi lið, sum hevur prógvað, at olympisku silvurheiðursmerkini í 2008 ikki bara var hepnið, og ein einstøk hending. Liðið hevur nógvar góðar spælarar, eisini ungar spælarar, sum fara at halda Ìsland í fremstu røð í landsliðshondbólti, slær Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fast.

Dominera fram til 2012
Sjálvt um Svein Rógvi spáar íslendska landsliðnum eina spennandi framtíð til komandi HM, EM og OL-endaspøl, so er hann ikki í iva um, at Frakland verður tann stóri valdsfaktorurin í altjóða manshondbólti fram til 2012. – Frakland hevur teir bestu spælarnar ein kann hugsa sær yvir alt feltið. Í byrjanini av EM-kappingini gjørdu teir ikki meir enn neyðugt, men tá tað veruliga galt, tá vístu teir sína styrki. Liðið hevur eina ótrúliga stóra trúgv uppá egnar førleikar, eg trúgvi ikki, at tað franska liðið hevur orðið “at tapa” í sínari orðabók, staðfestir Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.