Íslendska landsverk upplýsir, at vøksturin í ferðsluni frá mars í fjør til mars í ár var heili 20 prosent, og er hetta samstundis mesta ferðsla, ið nakrantíð hevur verið á Ringvegnum.
Myndugleikarnir gera tí eisini vart við, at økta ferðslan fer at merkja økt viðlíkahald, og at játtanin til tað má økjast, skal vegurin verða so góður at koyra á, sum tað krevst, nú ferðslan er blivin nógv størri.
Millum annað verður víst á, at ferðslan um Mýrdalssand er vaksin 83 prosent í mars í ár, samanborið við mars í fjør, men staðfest verður, at talan yvirhøvur er um økta ferðslu allastaðni.
Størstur hevur vøksturin annars verið á Eysturlandinum, har ferðslan er nærum 54 prosent størri, og á Suðurlandinum, har ferðslan í mars í ár var umleið 33 prosent størri, enn sama tíðarskeið í fjør.