Tað munnu verða mong ár síðani fótbóltsáhugaðir føroyingar hava havt so stóran áhuga í einum endaspælsdysti, sum EM-áttandapartsfinaluni millum Ísland og Ongland, sum verður leikt í Nice í Fraklandi, mánakvøldið klokkan 20.
Ísland er granni og brøðratjóð, og stóra fyrimyndin fyri allar smátjóðir, ið royna seg í altjóða kappingum. Ongland er heimlandið hjá Premier League, og hevur nógvar Premier League stjørnur á liðnum, tí eru Ísland og Ongland liðini flest fólk í Føroyum halda við undir EM-endaspælinum hesaferð.
Nú hevur tónleikasamtakið Grót, sum ger nógv burturúr at hava kvalitetskonsertir í Tøting í Syðrugøtu tikið stig til at vísa EM-dystin millum Ísland og Ongland á stórskíggja í Tøting. Í Grót sláa tey fast, at tey fara sjálvandi at vísa dystin við tí legendariska frásøgumanninum hjá RÙV, Gummi Ben.
Dysturin byrjar klokkan 20, men longu klokkan 19 lata dyrnar upp í Tøting. Tað er ókeypis atgongd til tiltakið í Tøting, men til ber hjá fólki at keypa kaffi, sodavatn og køkur.
Mong fara eisini at hyggja eftir dystinum á trappuni í Vágsbotni í Havn, og nú verður spennandi at vita, um skipað verður fyri líknandi tiltøkum aðrastaðni í landinum.