Ísland skal takast við Lionel Messi

Upptakt: Søguligur dystur fyri Ísland í bólki D í dag

Í dag verða tveir dystir spældir í bólki D. Í fyrra dystinum, sum verður klokkan 13, spæla Argentina og Ísland. Hetta er fyrstu ferð, at Ísland spælir ein dyst í einum HM-endaspælið. Í seinna dystinum, sum byrjar klokkan 20, spæla Kroatia og Nigeria.

 

Bólkur D:

Argentina – Ísland (Kl 14.00)

Spartak leikvøllinum, Moskva

Dómari: Szymon Marciniak, Pólland

 

Argentina er risa favorittur at vinna á Íslandi. Hevur søgan lært okkum nakað tey seinastu tíggju árini, so er tað at Lionel Messi og Cristiano Ronaldo svara aftur, tá hin ger okkurt gott. Tí er ikki óhugsandi, at Lionel Messi er í essinum í dag. Spurningurin er bara um tað er nokk, tí restin av argentinska landsliðnum hevur ikki sæð so gott út seinastu tíðina. Millum annað tapti liðið 6-1 fyri Spania í einum venjingardysti.

 

Møgulig uppstilling (4-2-3-1): Caballero - Mercado, Otamendi, Fazio, Tagliafico - Biglia, Banega - Lo Celso, Messi, Di Maria – Higuain

 

Ísland skrivar í dag fótbóltssøgu sum minsta landið, við bara 335 túsund íbúgvum, er við til eitt HM-endaspæl. Væntandi spælir Ísland við sínum 4-1-4-1 í verjustøðu við einum verjukendum útgangstøðið. Stóra stjørnan er Gylfi Sigurðsson úr Everton. Hann hevur størri týdning fyri Ísland, enn Lionel Messi hevur fyri Argentina.

 

Møgulig uppstilling (4-1-4-1): Halldorsson - Saevarsson, Sigurdsson, Arnason, Magnusson - Gudmundsson, Gunnarson, Hallfredsson, Bjarnason - Sigurdsson – Finnbogason

 

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Argentina vinnur: 1,39

Javnleikur: 5,55

Ísland vinnur: 12

 

Sjónvarp:

DR1 og KVF